Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri: Hjartaliga vælkomin nýggju farleiðina til Klaksvíkar - størsta býin í norðurøkinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  26.04.2006 - 09:00 Eldri tíðindi

Leygardagin komandi letur Norðoyatunnilin upp, og við honum gerst Klaksvík, býurin við tí størstu fólkakonsentratiónini uttan fyri miðstaðarøkið, partur av meginøkinum saman við øllum Norðoyggjum.

Eitt kapittul í søgu okkara er at enda komið, og eitt nýtt er byrjað. Onkur vil kanska siga, at framtíðin við Norðoyatunlinum av álvara er komin til hendan partin av landinum. Ein framtíð, sum veruliga flytir mørk og broytir umstøður og fyritreytir. Ikki minst ger hetta seg galdandi okkara megin Leirvíksfjørð, men eisini Eysturoyarmegin fjørðin fer tann nýggja farleiðin undir fjørðin at flyta mørk og skapa nýggj atferðarmynstur og við teimum eisini nýggjar møguleikar.
Her í kommununi hava fólk, fyritøkur og somuleiðis býráðið roynt sítt besta at fyrireika seg til nýggju fortreytirnar. Tann langa bíði- og fyrireikingartíðin er nú av, nú gerst ikki meira, áðrenn koyrandi verður - nú skal roynast í verki tað, sum fyrireikað er.
Tað vil altíð verða soleiðis, at nógv kundi verið øðrvísi og betri, eisini hesum føri, men eg vil tó halda, at glottarnir og frambrotini eru væl fleiri enn tey minni hugaligu dømini.
Samanlagt telja Norðoyggjar áleið 6000 fólk, sum ikki ljóðar av so nógvum, samanborið við samlaða fólkatalið á verandi meginøkinum, men sum nevnt er tað í Klaksvík, at tann størsta fólkakonsentratiónin uttan fyri høvuðsstaðin er at finna. Tað er í sjálvum sær ein stór styrki og grundarlag fyri menning og nørandi gróðuri - eisini nú fast vegasamband verður til og úr Klaksvík.
Klaksvíkar Kommuna hevur nógv at bjóða, bæði sínum egnu íbúgvum og teimum gestum, sum frá tíð til aðra leita hendanvegin - tit skulu vera hjartaliga vælkomin.
Vinnuliga er Klaksvík ein søguliga sterkur kraftardepil við serligum denti á fiskivinnuna, bæði á sjógvi og landi, eins væl og vinnum, sum veita tænastur til høvuðsvinnuna. Sum borgarstjóri her í kommununi eri eg teimum monnum og kvinnum ógvuliga takksamur, sum framhaldandi leggja rygg og orku til at varðveita og menna okkara vinnulív og harvið leggja grundarlagið fyri lívið, vinnu og trivnaði her í kommununi.
Her kundi eg nevnt fleiri øki, har kommunan arbeiðir við at útvega fleiri møguleikar og karmar fyri vinnuvirksemi, men eg skal í hesum føri bert taka fram Góðshavnina í Ánum, sum er ein tann størsta einstaka íløgan hjá kommununi, sum gjørd er. Við henni eru skaptir karmar um nýggjar møguleikar í góðum og rúmligum umstøðum fyri nýggjum virksemi, bæði hvat farma- og fiskiskipum viðvíkum og eisini uppi á landi á staðnum.
Handilsliga hevur tað serliga hesa seinastu tíðina verið sjón fyri søgn, at nógv átøk og frambrot eru gjørd. Verandi handlar hava bygd um og út, meðan aðrir hava slept gomlu hølunum og eru fluttir í nýggjar bygningar.
Talan er um fleiri ymisk spennandi og nýskapandi frambrot - m.a. Klingrugarður, har eitt nýtt og sera spennandi umhvørvi er skapt við fleiri handils- og vinnubygningum, sum har í felag hava møguleikan at draga fólk at sær og at Klaksvík sum heild.
Talið av handlum í Klaksvík er sera stórt, og hava hesir samanlagt sera nógv spennandi at bjóða. Líka frá tí gamla og framúr hugnaliga umhvørvinum úti í Klaksvík og allan vegin kring vágna finnast handlar í ymiskum støddum og sniðum, sum bjóða fram nógv góð og spennandi tilboð og tænastur. Og innast í víkini, við Sandin, verður í løtuni gjørt klárt til eina sera spennandi bygging, sum m.a. fer at fevna um eina stóra og áhugaverda handilsmiðstøð umframt aðrar fasilitetir, sum hoyra einum miðbýi til.
Trivnaðarliga er eingin ivi um, at Klaksvík er tann staðurin uttan fyri høvuðsstaðin, sum hevur tey flestu tilboðini til familjuna og einstaklingin, bæði yngri og eldri. Tað letur seg ikki gera í hesi heilsan at nevna allar tættir Klaksvíkar á hesum øki, men eg kann tó tríva í onkur tilboð, sum her verða bjóðaði fram.
Svimjihøllin, sum er væl vitjað, verður í løtuni bygt um, soleiðis at hon beint eftir summarfríðina fer at kunna bjóða ta fyrstu stóru skreiðibreytina her á landi. Hon er veruliga verd eina vitjan.
Eitt tað besta, framkomna og hugnaliga bókasavnið í landinum er eisini at finna her í býnum.
Mentanarhúsið Atlantis, sum hýsir biografi, sjónleiki og øðrum framførslum í sera hugnaligum umstøðum, er eisini ein spennandi vitjanarmøguleiki.
Virkishúsið fyri Ung er nýliga latið upp. Her eru sera góðir møguleikar hjá børnum og ungum at fáast við síni áhugamál.
Í gamla handilsbygninginum úti í Klaksvík hevur tú møguleikan at støkka inn á gólvið í Føroya einastu bókakafé, Leikalund, sum eisini bjóðar upp á listaframsýningar og serstakar tónleikaframførslur.
Matstøðini, sum higartil hava verið heldur fá, tykjast eisini at nørast í tali fyri tíðina, soleiðis at Klaksvik nú kann bjóða upp á nakrar møguleikar á hesum øki - ein gleðilig menning, sum kemur væl við, bæði hjá gestum og íbúgvum.
Eisini ítróttarliga verður sett út í kortið við útbyggingum og nýggjum møguleikum.
Ein nýggj badmintonhøll fer í næstum at verða bygd á ítróttarøkinum. Henda fer uttan iva at geva pláss fyri eini størri menning enn higartil hevur verið møguligt hjá fleiri ítróttagreinum vegna ov trongar umstøður.
Klaksvíkar Kommuna er eisini væl við, tá tað kemur til tey almennu tilboðini til bæði yngri og eldri eins væl og tey við serligum tørvi, har vit støðugt arbeiða við at menna og betra um.
Eitt væl virkandi sjúkrahús, sum við nýggju farleiðini fer at verða lokalsjúkrahús hjá einum væl størri parti av landinum enn higartil.
Eg kundi hildið á at nevnt fleiri av tilboðunum og møguleikunum í Klaksvíkar Kommunu, men eg fari at lata tað liggja á hesum sinni, og enda við at ynskja øllum føroyingum hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri
Lýsing
Seinastu tíðindini
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
- KÍ kvinnur­nar hava stórt potentiali
Norðoya­tunnilin setur dám á blaðið
Upptakt: B68-KÍ
Talvkapping í Kafé Fríðu
Backgammon kapping í Kafé Fríðu
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Virkið Vár: Hugleiðing við Hendrik Old í…
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Lýsing