Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hamskift KÍ-lið vann sannførandi í Gundadali

SKRIVAÐ: Tekstur: Jákup Ósá: Myndir: Oliver Joensen  |  26.04.2026 - 20:58 Ítrottur Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Eftir stóra vónbrotið á Argjum var KÍ í heilt aðrari útgávu, hvat hugburði, spæli og spæligleði viðvíkur, og tí fóru allir norðoyingar norður aftur við einum smíli.

Hetta var ein avgerandi dagur í landskappingini hjá KÍ, sum fleiri miðlar eisini hava víst á gjøgnum vikuna. Tí vann NSÍ á botnliðnum Skála og KÍ tapti móti HB, so var KÍ fyribils úti av FM-stríðnum. Men soleiðis bleiv ikki, tí úrslitini háttaðu seg heilt øðrvísi.

 


KÍ setti seg á dystin

KÍ hevði nýtt álopspar til dystin í Páll A. Klettskarð sum fremsta leikara, meðan Oussama Ali lá aftanfyri. Annars var liðið óbroytt frá AB-dystinum.

KÍ setti seg skjótt á dystin, og tað sást, at liðið ætlaði at geva eitt aftursvar uppá vánaliga úrslitið í somu kommunu fyrr í vikuni. Kropsliga var KÍ greitt omaná, og tá HB legði trýst frammi á vøllinum, so megnaði KÍ-leikararnir væl at spæla seg úr tí. Árni Frederiksberg fekk stóran møguleika, men tá 19 minuttir vóru leiktir kom hol á. Jóannes K. Danielsen sendi gott innlegg til Filip Brattbakk, sum stýrdi innlegginum í málið. Sami Filip átti uppleggið, tá KÍ 11 minuttir seinni skoraði til 2-0 eftir skjótálop. Oussama Ali bleiv spælur leysur, og so var 2-0.

 


Nærri 3-0

Í seinna hálvleiki koyrdi KÍ sigurin trygt heim. Til tíðir var einvegis ferðsla og eitt 3-0 mál lá leingi í luftini. Tað kom ongantíð, men við tað at KÍ førdi 2-0, so var sigurin ikki í vanda, hóast liðini ofta fáa onkran stóran málmøguleika móti endanum. HB fekk eisini ein slíkan í yvirtíðini og saman við einari roynd í fyrra hálvleiki vóru hetta teir báðir vandamiklu málmøguleikarnir sum HB hevði, meðan KÍ hevði nógvar afturat teimum báðum málunum.

 


Sannførandi avrik

Tað keðiliga hjá KÍ við dystinum var, at verjuskansin Gaston Tellechea mátti skaddur av vøllinum næstan beinanvegin. Avloysarin var Deni Pavlovic, og hann taldist millum bestu leikararnar á vøllinum, men har skal sigast, at nógv persónlig KÍ-avrik vóru sannførandi. KÍ-viðhaldsfólk hava uttan iva saknað slík avrik hetta kappingarárið, og so er spurningurin, um hesin dysturin var vendipunktið hjá KÍ. Á Skála spældi oddaliðið NSÍ javnleik, og tí bleiv hetta eitt umfar, har KÍ heldur óvæntað spældi seg tvey stig nærrri oddasessinum. Tí var ikki løgið, at hýrurin í bygdaskýlinum var góður, tá KÍ-leikararnir takkaðu fyri dystin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B…
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Hamskift KÍ-lið vann sannfør­andi í Gunda…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…
Borg keypir Sandavágs Timburhandil
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
Upptakt: HB-KÍ
Tá vit ganga ella súkkla hava vit betri…
Myndarøð: Flaggdagshald í fagrasta veðri
Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum 
Er alivinnan ódálkandi og burðardygg?
Við abbasoni á Grynna Fossinum
Flaggdagshald í Vágstúni
Amarant: Kaffi og kaka fyri einans 50 kr…
Grani TG 325
Bráðtíðindi: Enn ein búðamaður úr C í A
Silvarenning 2026
Starvs­venjingin er góð og lærurík