Torraskráin leygardagin
Nógv spennandi er á skrá leyggardagin við Gakk og Renn, Heilsukafá, Opið Hús og tí stóra Torraborðinum á TSK. Tú kanst smakka Bankatosk, hoyra Samuel Rachlin greiða frá um; Heimurin á einum vegamóti og hugleiðingar um Grundtvig í 200 ár og hansara sálmar - í Rótini.
Leygardagur 21.02.26
Kl. 09.00-21.00 Café Fríða
Kl. 09.00-12.00 Herluf´s Kafé
Bøgøta 3 Opið hús við hugnaløt, tónleiki og kaffi.
Kl. 09.30-11.30 Norðoya Bátafelag
í gamla Roykivirkinum, Faktorsvegur 6. Boðin verður ókeypis morgunmatur – og gott prát! Poul Havn á munnhørpuni og Sámal Petur í Grund við onkrari góðari.
Kl. 10.00 Norðoya Bátafelag
í gamla Roykivirkinum, Faktorsvegur 6. Anskar Hansen hugleiðir kanning, hann gjørdi í 80-inum um ormabotn og grynnur á útróðraleiðunum runt Føroyar.
Kl. 10.00-14.00 Opið Hús á TSK
Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemið á skúlanum. Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar TSK, har høvi verður at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og at síggja verkstovurnar á skúlanum.
Kl. 10.00-10.30 Gakk og Renn - Treysti og TSK skipa fyri heilsurenning á rennibreytini á Másheygi, har øll kunnu vera við – yngri sum eldri. Tað verður gingið ella runnið í ein ½ tíma á rennibreytini – 15 min út 15 min. heim – við sakkønum hjálparfólki, og síðani verður farið inn í TSK har boðið verður til svalandi drykkir og onkrar brellbitar.
Kl. 10.00-14.00 Heilsukafé á Tekniska skúla Tekniski skúli skipar fyri Heilsukafé á Torradøgunum. Sjúkrarøktarfrøðingar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi – saman við næmingum frá TSK – máta blóðtrýst, puls, iltmetting, blóðsukur og lungnafunktión. Her hjálpa næmingar á Tøknibreytini á TSK til.
Kl. 11.00-14.00 Torra sjálvtøkuborð á TSK Kokkalærlingar á Matvørudeildini á TSK bjóða eitt størri Torra-sjálvtøkuborð. Borðreitt verður við rávørum úr sjónum. Eisini verður okkurt søtt og gott omaná. Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á 160 kr. og kr. 80 fyri børn upp til 12 ár fáast í TSK á degnum.
Kl. 11.30-15.00 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo ella tel. 457777.
Kl. 11.30 Torramatiné í Christianskirkjuni Torramatiné við við næmingum frá Klaksvíkar Tónlistaskúla. Smærri bólkar við violin, blokkfloytu, guitar klaver spæla tónleik eftir J.S. Bach, Händel og Telemann, umframt føroysk sálmaløg.
Kl. 11.00-20.00 Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo Eisini er annað mangt á borðseðlinum.
Kl. 12.00-14.00 Rótin
Brellbitar av heimsins besta bankatoski. Tað er ikki á hvørjum degi slíkur fiskur fæst. Okkurt svalandi fæst afturvið.
Prísur 250 kr. pr. persón.
Av tí at avmarkað pláss er, er neyðugt við tilmelding antin við at ringja ella senda sms á tlf. 224434 ella senda boð á messenger
Kl. 13.00-17.30 Blákrossbúðin í Klaksvík Klaksvíksvegur 65 Klæðir kunnu keypast og latast inn allar dagar. Vælkomin inn á gólvið!
Kl. 14.00-16.00 Varpið – Foyerin Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk í kjallaranum í Varpinum. Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.
Kl. 14.00-17.00 Dragin
Opið skip umborð á Draganum. Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum. Kokkurin bjóðar kaffi. Kl. 15.00 Rótin Heimurin á einum vegamóti. Samuel Rachlin – kendur og virdur tíðindamaður, sum hevur arbeitt nógv í gamla Sovjetsamveldinum og í USA, arbeitt á DR og fyrsti vertur á TV2 – hugleiðir um, at vit flyta okkum frá eini siðbundnari meiri „friðrligari“ heimsmynd til eina aðra, har kríggj nú í størri mun verður partur av gerandismyndini.
Kl. 15.00 Rótin - Heimurin á einum vegamóti
Tað er í dag at áhugaverda framløgan verður í Rótini, har Samuel Rachlin hugleiðir um heimin, sum vit kenna hann, ið nú stendur miðskeiðis í eini geopolitiskari rembingartíð.
Ein uppgerð við kendar millumtjóðasáttmálar og altjóðasáttmálar, skikkir og siðir, siðvenju, mynstur, vanar og virðir.
Ein kaffinunnur er at fá.
Kl. 16.00 Rótin
Grundtvig á Torradøgunum. Theodor Eli Dam Olsen, prestur hugleiðir um Grundtvig. Í ár eru 200 ár liðin, síðan Grundtvig yrkti kenda morgunsálmin „Hin signaða dag“. Hann sigst hava yrkt millum 1500 og 1600 sálmar, var kendur háskúlamaður og politikari.
Kl. 16.00-18.00 Gallarí Á Stongunum Listaframsýning við Heidi Petersen og Jákup Lervig. Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 16. februar - 1. mars, er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.
Kl. 17.00-22.00 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo ella tel. 457777. Serlig Torramatskrá – alla vikuna: - Forrættur – rækjubland - Høvuðsrættur – grillaður laksur frá Bakkafrost Alt hetta fyri einans kr. 199,- / vanliga kr. 259,-
Kl. 19.00 og kl. 20.30 Spinnaríið – á loftinum
Okkurt ræst á loftinum í Spinnarínum – bíligt skemt, dirvi og ótálmaður látur.
Klaksvíkar sjónleikarfelag – Klingrugarður 10, Klaksvík. www.atgongumerki.fo
Kl. 21.00-00.00 Café Fríða Torra Quiz
Sjómansquiz og hugnaløta – Ein spurnarkapping um fisk og bátar.
Heri Signar Nolsøe skipa fyri