Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast ósamd um hvussu, var semja í panelinum um, at rættindini til landbúnaðarjørðina mugu endurskoðast, so betri samsvar verður millum ábyrgd og rættindi til aktørunum. | Mynd: Skíggjatak frá stroymingini hjá Norðlýsinum

Samsvar má vera millum ábyrgd og ræðisrætt í landbúnaðinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen - myndir: Dávur Winther  |  15.02.2026 - 14:43 Politikkur Vinna

Ósamsvarið millum ábyrgd og ræðisrætt í nýggju landbúnaðarlóggávuni er tann størsti trupulleikin við lógini, kom fram á Landbúnaðarstevnuni í Varpinum, og tað ger tað ikki so attraktivt at vera bóndi. Neyðugt er at endurskoða jarðarviðurskiftini, vóru at kalla øll samd um, men har Fólkaflokkurin mælir til privatisering, er Sambandsflokkurin meira varin, tó at hann hellir sama veg. Tjóðveldi, ið umsitur málið, heldur lógina vera eitt framstig, men ynskir eitt millumting millum leigujørð og ognarjørð.   

Á landbúnaðarfundinum umboðaði Jacob Vestergaard Fólkaflokkin (A), Erhard Joensen (B), Sámal Petur í Grund (D), Eirikur í Jákupsstovu (E), Hanna Jensen (F) og Steffan Klein Poulsen (H).

Í fyrsta umfarinum spurdi verturin, Jón Brian Hvidtfeldt, allar panelluttakararnar um hvat teir hildu vera ávikavist tað besta og tað versta við landbúnaðarlóggávuni.

Jacob Vestergaard (A) hevði onki gott at siga í hesum fyrsta umfarinum, men takkaði í staðin fyri at verða boðin við á Landbúnaðarstevnu. Hann fýltist á, at ræðisrætturin varð meira ella minni tikin frá festarunum. Framleiðarin eigur at hava fult ræði á framleiðsluni, helt Jacob Vestergaard.

Erhard Joensen (B) segði, at intentiónirnar við lógini vóru góðar, serliga at ætlanin er at økja um framleiðsluna og gera hana meira burðardygga. Men hann var samdur við Jacobi Vestergaard í, at fyri at flyta landbúnaðin framá er neyðugt, at parturin við eigaraskapinum av landbúnaðartólunum verður avgreiddur.

Sámal Petur í Grund (D) hevði eins og Vestergaard onki gott at siga um lógina í fyrsta umfari, men segði, at størsti vansin er, at aktørarnir ikki kenna seg heima í lóggávuni. Bøndur og óðalsmenn áttu at verið tiknir meira upp á ráð, segði hann. Eisini Sámal Petur í Grund helt, at ábyrgd og ræðisrættur mugu og skulu fylgjast at. Ein kann ikki hava fulla ábyrgd av nøkrum, sum hann ikki hevur fullan ræðisrætt á, segði Sámal Petur í Grund.

Eirikur í Jákupsstovu (E) hevur málsøkið nú, og tá hann varð biðin um at seta størsta pluss og størsta minus á, helt hann, at nógv gott var í lógini, og at tað kanska allarbesta er, at vit í heila tikið hava fingið ein landbúnaðarpolitikk, tí tað merkir, at landbúnaðarvinnan verður tikin í álvara. Eisini Eirikur í Jákupsstovu fýltist á, at har var eitt ”mismatch” ímillum áskoðanir um, hvørt landsjørðin skal verða roknað sum ogn ella leigujørð. Tað fer allarhelst at merkja, at klandur fer at verða um spurningin framyvir eisini. Sjálvur er landsstýrismaðurin eitt stað miðskeiðis ímillum.  

Hanna Jensen (F) fegnaðist um, at landbúnaðurin er í vøkstri, eins og at meira tilvitan er um vinnuna. Landbúnaðarpolitikkurin er góður, tí hann setir ein karm um vinnuna, segði hon. Men eisini hon nevndi ein vansa, og hon var samd í, at har kanska ikki er samsvar millum vald, gjald og ábyrgd. Tað er ein vansi, at ein bóndi ikki ræður yvir einum øki, hann ger íløgur í og satsar uppá, segði eisini Hanna Jensen. Neyðugt verður at arbeiða víðari við tí, segði hon.

Steffan Klein Poulsen (H) leyp eisini tað góða við lóggávuni um í fyrsta umfari, og harmaðist um, at har er so nógv centralstýring í landbúnaðarlóggávuni. Nógv krøv koma frá myndugleikunum, ið skulu fylgjast, og tað merkir, at ræðisrætturin er øgiliga avmarkaður. Hann fegnaðist tó um ta drívmegi, sum valdar millum bøndur, og at stuðulin er í vøkstri, men helt tað ikki vera nóg gott, at teir grundleggjandi spurningarnir ikki eru loystir enn, eiheldur við hesi lógini, segði Steffan Klein Poulsen.

Sum tað ljóðaði, vildu flestu umboðini á kjakfundinum hava, at betri samsvar skuldi vera millum ábyrgdina og ræðisrættin hjá festarunum; Fólkaflokkurin ynskti beinleiðis privatisering av landsjørðini. Tjóðveldi var helst mest lunkað, men skilti kortini væl problematikkin. Hartil tóktist at kalla full semja millum flokkarnar at vera um, at landbúnaðurin skal stuðlast betur/meira.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýn­ingar á Torradøgunum
Samsvar má vera millum ábyrgd og ræðisræ…
Torradagar­nir byrja í morgin
Tussj: - Kvinnur og menn eru sera ymisk…
Veðrið í vikuni
KÍ spælir í Sørvági í dag
Norðlýsið stroymir beinleiðis úr Varpinu…
Tunnusláttur við Klaksvíkar Hornorkestri
Føroyar lata nógv minst í landbúnaðarstu…
Í Grønlandi hevur helmingin bert fólkask…
Búnaðarstevna í Varpinum
- Avbjóðingar­nar eru nógvar, men møgulei…
Tindhólmur VA 115
Búnaðarstevnan sett
Føroyskar sagnir á enskum ganga sum heit…
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Lýsing