Torradagarnir byrja í morgin
Nógv ymikst áhugavert er á skrá á Torradøgunum, sum fara av bakkastokki mánadagin og halda frá 16. – 21. februar 2026
Kendi og virdi danski tíðindamaðurin og rithøvundin, Samuel Rachlin, sum í síni tíð bar tíðini frá Sovjetsamveldinum – seinni USA, verður at hitta í Klaksvík leygardagin 21. februar, har hann hugleiðir um, Heimurin á einum vegamóti. Hetta í Rótini leygardagin kl. 15.
Úr rúgvismiklu skránni kann verða nevnt, føstulávintsmánakvøld har Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri í Skálanum við felagssangi og stuttum frásagnum. Noel Joensen og Jónleif Johannesen spæla undir til sangin. Eisini verður farið uppá gólv við løttum kvæðum og vísur.
Týsdagin í Smæruni kl. 16, Søgan um Verdandi við Óla Jacobsen, Silas og Fuglarnir í Varpinum kl. 19.30. Hitin á landgrunninum við Boga Hansen kl. 16 í Smæruni mikudagin.
Stóra fiskaborðið, sum Gloria skipar fyri, verður í Skálanum mikudagin. Hetta tí, at Gloria stendur fyri stórari umvæling, tí verður serliga Torraborðið í Skálanum.
Torratingið avlýst
So skuldi Torratingið verða í Varpinum kl. 19.00 mikudagin, har KvF er vertur og sendir beinleiðis – so sum hevur verið í mong Harrans ár. Tað hevur gingið heldur illa at fáa greiða fráboðan um, at KvF varð við. Tó kom mánadagin, sama dag sum evsta mark fyri at senda inn tilfar til Torrablaðið, fráboðan um, at KvF var við! Biðið varð um tema og yvirskrift á Torratinginum. Men hetta kom ikki fram.
½ tíma eftir, at blaðið var sent til Danmarkar til prentingar, komu boð frá stjóranum, Magnus Dam um, at KvF hevði valt at raðfesta annarleiðis, og at tey ikki høvdu manning til Torratingið. Nú vóru góð ráð dýr, og hava vit heitt á fleiri dugnalig fólk, sum høvdu kunnað lyft uppgávuna, men bar teimum ikki til, vegna aðrar uppgávur og tí skotbráið var ov stutt.
Tí er Torratingið tíverri avlýst. KvF fekk annars fráboðan um fiskivinnukjakið sum eina jólaheilsan fyri jól. Annars er kent, at Torradagarnir eru seinnu hálvu í februar og standa Torradagarnir uppmerktir í fleiri kalendarum sum ein serstøk vika.
Hósdagurin byrjar við Torrakafé í Betesda, har Ásmund Olsen greiðir frá sjólívi sínum. Hansara seinasti túrur heim fekk ein serligan enda. Seinni á degi kl. 16 hevur sami maður, Ásmund Olsen frásøgn um “Barnaár í Svínoy”. “Sindur um sild” við Boga Simonsen, verður í Varpinum hósdagin kl. 19.30 í Varpinum.
Fríggjadagurin hevur nógv ymiskt á skrá, har m.a. Café Fríða spílar seg út við Testovuni, Marin Malena í Nólsoyar Páls garðinum, Talvkvøldi á Café Fríðu í samstarv við Klaksvíkar Talvfelag, Graseinkjukvøld í Testovuni Marin Malena fríggjakvøldið, á Biskupsstøðgarðinum, sum Solby Christiansdóttir skipar fyri.
Gakk og renn er leygarmorgunin, sum Treysti skipar fyri á rennibreytini á Másheygi. Aftaná verður farið á Heilsukafé á TSK, har tað eisini er Opið hús á TSK, Stóra fiskaborðið á TSK, og so mangt annað.
Í Rótini sleppur tú at smakka banktosk, leygardagin kl. 12 - 14, síðani Heimurin á einum vegamóti við Samuel Rachlin kl. 15. Kl. 16 er sálmasangur hjá Grundtvig í 200 ár er á skrá við Theodor E. D. Olsen, sum hugleiðir um skaldskapin og mannin, Grundtvig - felagssangur og Saxofonkvartettin, Ensemble Eiradís, framførir sálmar hjá Grundtvig.
Leygardagurin endar við Café Quiz við Hera Signar Nolsøe - spurnarkapping um skip og fiskar, sum er á Café Fríðu kl. 21.
Alt í alt er lagt upp til eina spennandi torraviku, og við hesum skulu øll verða ynskt hjartaliga vælkomin á torradagar 16. – 21. februar.