Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kalsoyingar stúra

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  03.02.2026 - 21:03 Lesarabrøv Tíðindi

Rættast er tí, at flyta peningin, sum er játtaður til nýggja ferju, ferjulegur og skiparakstur á kalsoyarleiðini í eina undirsjóvartunnilsverkætlan í Kalsoynna í staðin

Ikki sørt at kalsoyingar stúra fyri, hvussu tey, ið ráða fyri borgum, fara at handfara “bumbuna”, sum brast í føvninginum á teimum, sum ætlaðu at seta Teistan í sigling, uttan at gera neyðugar íløgur í ferjulegurnar á Syðradali og í Klaksvík. 

Virkandi strandferðslustjórin segði herfyri, at neyðugt verður at leingja norðara grótkast og atløgusíðu í ferjuleguni á Syðradali við 60 metrum, um Teistin & nýggja kalsoyarferjan skulu sigla regluliga.

Uttan iva eru aðrar kostnaðarmiklar broytingar eisini neyðugar.

Talan verður tí mest sannlíkt um íløgur fyri útvið 100 mió í ferjulegurnar báðar.

Nýggj ferjan kostar millum 180 og 200 mió. Og árligu rakstrarútreiðslurnar til ferjuna liggja um 22 mió.

Við útlitum at gera íløgur fyri útvið 300 mió í ferjulegur og ferju, umframt framtíðar skiparakstur, liggur ikki fjart at seta spurningin:

Hví ikki byggja undirsjóvartunnil í staðin ?

Undirsjóvartunnil stytstu leið úr Klakkinum í Kalsoynna kostar millum 450 - 500 mió alt eftir, hvussu hann verður bygdur.

Rakstrarútreiðslurnar verða 4 mió árliga.

Íløgan er størri í tunnil, - men raksturin nógv lægri.

Tosa vit um nyttu fyri Kalsoynna, ber mest sum ikki til at samanbera.

Nýggj ferja, íløgur í ferjulegur og skiparakstur, flytir oynna minst 50 ár aftur í tíð.

Harafturímóti flytir undirsjóvartunnil oynna fram í nútíðina. Tað er sjón fyri søgn allastaðni, har undirsjóvartunlar eru boraðir.

Rættast er tí, at flyta peningin, sum er játtaður til nýggja ferju, ferjulegur og skiparakstur á kalsoyarleiðini í eina undirsjóvartunnilsverkætlan í Kalsoynna í staðin.

Tá skal ikki so nógv til afturat.

- Og vónin um, at koyrandi verður um nøkur ár birtist ..

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju
Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmda…
KÍ og HB í stórsteypadystum
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu