Lýsing
Lýsing
Lýsing
"Koloniudstillingen i Tivoli, 1905" - 11 ár seinni seldi Danmark oyggjarnar hjá gentuni í miðjuni til USA fyri 25 mió. $. At londini hava handlað oyggjar áður kann hava gjørt, at Donald Trump ikki helt tað vera so absurd, at hann vildi keypa Grønland. Hann gjørdist sera firtin í 2019, tá Mette Frederiksen segði tað vera tað | Mynd: Nationalmuséið

Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.01.2026 - 18:50 Politikkur Tíðindi

– ”Eg havi ongan tørv á at fara inn í nakað orðakríggj við nakran sum helst, eiheldur amerikanska forsetan”, var svarið hjá Mette Frederiksen, tá hon varð spurd um eina reaktión uppá, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í 2019 segði USA vera áhugað í at keypa Grønland frá Danmark.  

 

 

Donald Trump gjørdist sera firtin, tá Mette Frederiksen kallaði hansara uppskot fyri ”en absurd diskussion”. Kanska av tí, at um Mette Frederiksen hevði sagt ja til søluna, so hevði tað ikki verið fyrstu ferð, at Danmark hevði selt USA oyggjar. Í 1916 tók danska stjórnin avgerð um at selja oyggjarnar Skt. Croix, Skt. Jan og Skt. Thomas til USA fyri 25 milliónir dollarar, og tann 31. mars 1917 fóru oyggjarnar frá at eita Dansk Vestindien til at eita United States Virgin Islands.

Bæði USA og Danmark hava fleiri royndir við at handla landaøki; eitt nú seldi Danmark í 1845 Bretlandi ”Dansk Ostindien” ella Tranquebar og Serampore og í 1850 ”Dansk Guinea”, eisini rópt Guldkysten, í núverandi Ghana. Fara vit longur aftur, er tað almenn vitan, at Christian I. setti Orkney-oyggjarnar og Hetland í pant í 1400-talinum og ongantíð innfríaði pantið. Av tí at hann ikki rindaði, gjørdust oyggjarnar skotskar; eisini eitt slag av transaktión.

At Louisiana (sum tá var nógv eitt nógv størri øki enn núverandi staturin Louisiana), Florida og Alaska hoyra til USA í dag, er eisini tí, at USA hevur keypt landaøkini frá ávikavist Fraklandi, Spania og Russlandi. Sølan hjá Danmark av vestindisku oyggjunum til USA er einasta ferðin, Danmark og USA hava handlað oyggjar, men USA hevur fleiri aðrar ferðir handlað oyggjar. M.a. Filipsoyggjarnar, sum USA keypti frá Spania í 1898, men sum fingu fullveldi í 1946.

Hetta kann hava viðvirkað til, at Donald Trump hevur hildið tað ikki vera óhoyrt (ella absurd, sum Mette Frederiksen orðaði tað) at tosa um keyp og sølu av oyggjum aftur, og hann segði reaktiónina uppá fyrispurningin vera bæði ”óhóskandi” og ”vemmiliga” sambært DR. Søgan kann hava givið honum ta fatan, at Danmark møguliga aftur var sinnað at handla.

Men sjálv sigur Mette Frederiksen, at hon svaraði pent, og spurd um, hvørt hon átti at vandað sær meira um málið, svarar hon noktandi. Sambært DR segði hon: – ”Eg haldi, at vit frá danskari síðu hava svarað sera pent”, segði hon, og vísti til, at táverandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Kim Kielsen, gjørdi greitt, at Danmark ikki var til sølu, og at hon var samd. Men so legði hon doyin á, at hon ynskti at varðveita góðar relatiónir til USA.

Donald Trump var ikki av somu fatan.

Sum avleiðing av svarinum hjá Mette Frederiksen til sín avlýsti amerikanski forsetin vitjanina í Danmark, ið skuldi vera 2. og 3. september í 2019. Ein reaktión, sum undraði donsku forsætismálaráðfrúnna, og hon segði Donald Trump verða vælkomnan til Danmarkar eina aðru ferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025