Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bjørn Kunoy, sendiharri Føroya í Washington, er samráðingarleiðari, nú Føroyar hava søkt um limaskap í WTO. Hesa vikuna var Bjørn á fundi í Geneve við Dr. Ngozi Okonjo-Iweala, stjóra í WTO. | Mynd: Sendistova Føroya í Washington

Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinningur"

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.01.2026 - 16:33 Tíðindi

Í næsta poddinum í røðini "Búskapur í øllum" umrøða Jóhann og Johnny, at Føroyar eru ein lítil opin búskapur. Í tí sambandi umrøða teir eisini ætlaða limaskapin í WTO.

Sirið Stenberg, uttanríkismálaráðharri søkti tann 20. november 2025 vegna Føroyar um limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Í desember var Bjørn Kunoy, formaður í samráðingarnevndini, á fundi í Geneve við WTO um tilgongdina til fullan limaskap. Í poddi 2 av røðini "Búskapur í ølllum" umrøða vit ætlaða limaskapin í WTO, hvørjar búskaparligar avleiðingar tað kann fáa. 

Lítli opni búskapurin fær stórt gagn av altjóða handli

Í samrøðuni leggur Johnny í Grótinum fyri við at greiða frá, hvat tað merkir búskaparliga, at Føroyar eru ein lítil opin búskapur. 

"Sum lítil búskapur mugu vit taka prísin á útflutningsvørum okkara sum givnan á heimsmarknaðinum" greiðir Johnny frá. "Tí er tað alt avgerandi, at vit støðugt eru kappingarfør. At vit gera nøktandi íløgur, sum ger okkum produktiv. Vit kunnu ikki bara siga 'Á tað kostar so nógv meira at framleiða í Føroyum, so nú mugu tit í London betala meira fyri fish & chips!' Tí vit eru prístakarar, tað vil siga, at tað eru aðrir stórir aktørar við øgiliga stórari framleiðslu, sum bestemma prísin á marknaðinum."

Lítlu Føroyar fáa sjálvandi eisini stórt gagn av at kunna innflyta eina ørgrynnu av vørum og tænastum, sum tað annars ikki er marknaðargrundarlag til at framleiða til 55.000 fólk. Eitt nú hevði tað kravt øgiligar ressursir í Føroyum, um vit skuldu framleitt okkara egnu BMW bilar. 

"Øktur altjóða handil er ein týðandi forkláring upp á framburðin í føroyska búskapinum síðstu 50 árini" svarar Johnny, tá hann skal greiða frá týdninginum av at vera ein lítil opin búskapur. "Vit hava veruliga notið gott av sum lítið samfelag, at heimshandilin hevur verið so frælsur síðstu áratíggjuni."

Limaskapur í WTO kann geva búskaparligan framburð

Í poddinum staðfestir Jóhann, at hægstarættadómarar hava staðfest, at føroyskir myndugleikar kunnu søkja um sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO. 

"Tað at vera ein lítil opin búskapur, har vit útflyta ordiliga nógv og innflyta tilsvarandi nógvar nýtsluvørur, merkir at tað hevur týdning at hava atgongd til so nógvar marknaðir sum gjørligt. Og higartil hava vit verið avmarkaði í so máta" staðfestir Johnny í Grótinum í poddinum. "Vit hava ferð eftir ferð hoyrt Vinnuhúsið rópt varskó, at okkara vinnufyritøkur ikki hava nøktandi atgongd til ymsar marknaðir. Har er limaskapur í WTO ein skjótur vegur til at loysa hesar avbjóðingarnar.

Tí hevur tað eisini spennandi perspektivir, at Føroyar nú søkja um limaskap í WTO."

Hvørjar vinnur fáa ágóðan av hesum?

"Ongin ivi um, at fiskivinnan og alivinnan eru tær báðar vinnurnar, sum vit í dag serliga eru altjóða kappingarfør í. Men har eru ein ørgrynna av øðrum vinnufyritøkum, sum eru undirveitarar til høvuðsvinnur okkara. T.d. GroAqua, Vónin og líknandi. Tær fáa nógv lættari við at troyta nýggjar marknaðir."

Poddarnir eru tøkir her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn