Upp á tindar, gjøgnum dalar
Mikkjal Thomassen setir orð á tíðina í AIK, har hann lyfti felagið frá at vera í kreppu og nærum upp á tindin í svenskum fótbólti, men liðið megnaði tíverri ikki at standa distansuna og gjørdist ov stutt í 2025.
Tað var serliga av fíggjarligum ávum, at Mikkjal Thomassen varð sagdur úr starvi í AIK. Felagið misti í seinastu løtu møguleikan at spæla europeiskan fótbólt komandi kappingarárið. Men Mikkjal er ikki beiskur og sigur seg hava frið við avgerðini og nevnir møguleikan fyri at venda aftur til føroyskan fótbólt, um høvi býðst.
Tað byrjaði annars so væl. Mikkjal Thomassen hevði frá byrjan í AIK framúr góð úrslit og var væl á veg at konsolidera felagið aftur sum eitt topplið, eins og AIK søguliga hevur verið. Felagið endaði á 3. plássi fyrsta árið undir Mikkjali.
Men móti endanum av 2025 gekk galið, og felagið endaði sum nummar 7 og “uttan fyri Europa”, sum tað verður rópt í fótbóltshøpi. Liðið misti lyklaspælarar og megnaði ikki at finna nøktandi substituttar. Tað gjørdist tí trupult at vinna dystir, og fíggjarliga merkti tað, at liðið ikki skal spæla europafótbólt, at felagið ikki fekk ta fíggjarligu slagkraftina, sum ynskiligt var.
Mikkjal sigur við KvF, at hann hevur frið við, at vegirnir hjá sær og AIK skiljast nú. Hann kom til eitt felag í ringum skørum og megnaði at venda svartskygni til bjartskygni. Og persónliga letur hann dyrnar upp fyri, at hann møguliga kann venda aftur til føroyskan fótbólt, tó at onki ítøkiligt í so máta liggur í kortunum um tað í løtuni.