Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hækkaði pensjónsaldurin dekkar ikki lækkaðu ríkisveitingina

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  05.01.2026 - 12:41 Politikkur Tíðindaskriv

“Vit mugu bøta um haldførið,” sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, meðan hon fjórða árið á rað leggur eitt fíggjarlógaruppskot fyri løgtingið, sum hevur dundrandi hall.

 

 

“Besti máti at bøta um haldførið, er at hækka pensjónsaldurin,” heldur landsstýriskvinnan fram. Tey gomlu skulu arbeiða longri.

Pensjónsaldurin er í løtuni 67½ ár, og hann hækkar uppí 68 ár tann 1. juli 2030. Men nú hevur landsstýrið, undir leiðslu av Javnaðarflokkinum, skotið upp at hækka pensjónsaldurin uppí 68½ ár í 2035 og 69 ár í 2038.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður leysliga mett, at hvørja ferð pensjónsaldurin hækkar við einum ári, sparir landskassin umleið 50 mió. krónur í fólkapensjónum. So hetta uppskotið fer, um 12 ár, at spara landskassanum 50 mió. krónur í útreiðslum, og fer harafturat at geva nakrar skattakrónur á inntøkusíðuni.

Men tað merkiliga er, at sama samgongan sum heldur hetta vera neyðugt, hevur lækka ríkisveitingin við 25 mió. krónum um árið í fýra fylgjandi ár. Tað vil siga, at samgongan hevur við vilja, bara í hesum valskeiðinum, verra haldførið nógv meira enn hækkaði pensjónsaldurin klárar at bøta um sama haldførið.

Og tey ætla ikki at steðga her. Í summar gjørdu allir flokkar uttan Sambandsflokkurin semju um at skipa Føroyar sum “sjálvstøðugt land”. Lítið er at ivast í, at flokkar sum ikki himprast við at minka ríkisveitingin, meðan undirskotið er stórt, fara eisini at halda fram við sama politikki, bara við meira ferð á, um Føroyar verða sjálvstøðugt land. Væntandi haldførið av hesum mugu pensjónistar og onnur taka sær av.  

Skal restin av ríkisveitingini (542 mió. krónur) eisini fíggjast við hækkaðum pensjónsaldri, so mugu fólk í Føroyum arbeiða til tey eru umleið 80 ára gomul. So her eru bara tveir møguleikar: Annaðhvørt mugu vit hava eina nýggja politiska leiðslu, ella mugu vit øll “spýta í lógvarnar”.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…