Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis spyr um fremmand trúarsúmbol í Føroyum

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  05.01.2026 - 07:36 Politikkur Tíðindaskriv

Hvørjar eru mannagongirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum. Krevjast umsóknir til slík og um so er hvørjar og til hvønn?

 

 

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

 

Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður

Svarari:  Aksel Johannesen, løgmaður

Evni: Fremmand trúarsúmbol í Føroyum

 

 

Spurningar: 

 

  • Hvørjar eru mannagongirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum. Krevjast umsóknir til slík og um so er hvørjar og til hvønn?
  • Hvørjir møguleikar fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum eru í Føroyum.
  • Hevur Løgmaður/ Landsstýrið ætlanir um at at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?
     

Viðmerkingar.

Seinastu tíðina hava tíðindi borist um ætlanir um staðseting av sonevndari mosku í Føroyum. Hesi tíðindi eru m.a. grundaði á eina almenna lýsing eftir hølum, muslimskum hølum til djúphugsan og fráboðan, og um stovnan av einum felag við sama endamáli (Center for muslimsk meditationshus).

 

Hesi tíðindi hava skapt rúgvismikið kjak millum manna, har nøkur fegnast meðan mong harmast, óttast og ávara. Hesi ávara móti at opna dyr fyri einari fremmandari ideologi, sum slík hølir, sum í longdini kunnu hugsast at enda sum moska, fara at umboða.

 

Meðan tey, ið tala fyri, tosa um fordómar og ótolsemi, vísa tey, ið tala ímóti, á royndir úr granna- og øðrum londum. Har verða ávirkanir og fylgjur av slíkum deplum og moskum sagdar verða beinleiðis vandamiklar fyri vesturlendsku, á kristna boðskapin grundaðu, mentanina. Víst verður á ávirkan frá fremmandum tjóðum gjøgnum fíggjarligan stuðul til bygging og rakstur av moskum, og beinleiðis verður slíkar ákærdar fyri at skapa paralellsamfeløg, ið elva til ófrið og forða fyri tillaging (integratión).

 

 

Á Løgtingi, 04.01.2026

Jenis av Rana

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið
Broyttir samgongumøguleikar?
Náttúrukortlegging er grund­arsteinur und…