Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ófrættakenda ynskið hjá Donald Trump at yvirtaka Grønland fekk nýtt lív, tá USA fyrr í dag leyp á Venezuela. | Mynd: Atlantic Council.

Sær ikki væl út fyri Grønland og smá lond

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.01.2026 - 20:28 Politikkur Tíðindi

Hans Andrias Sølvará sigur við Kringvarpið, at USA er farið at bera seg at eins og Russland við at gera innrás í lond í ”grannalagnum”. Gongdin í altjóðapolitikkinum gagnar ikki smáum londum so sum Føroyum, sigur hann, og nevnir eisini áhugamálini hjá Trump fyri Grønlandi.

Smá lond eru bundin av, at altjóða spælireglurnar verða hildnar, eins og altjóða lóg, men tá stórveldini spæla við musklunum, sum Russland hevur gjørt, og sum USA eisini gjørdi í dag, so er vandi fyri, at regluverkið dettur niðurfyri, og tá fáa smáu londini trupult við at verja seg. Hetta sigur professarin Hans Andrias Sølvará við Kringvarpið, ið hevði samrøðu við hann í sambandi við, at USA hevur lopið á Venezuela.

Hans Andrias Sølvará undirstrikar, at tað sum forsetin í Venezuela hevur gjørt, ikki eigur at verjast; hann hevur verið ein rættiliga illa umtóktur forseti. Men reglan hevur verið, at stórveldini ikki blanda seg upp í innanhýsis viðurskifti í øðrum londum. Onkuntíð hava tey gjørt tað fyrr, men tá hava tey roynt at fingið undirtøku fyri tí frá ST, og tað sær man ikki longur.

Man kann ímynda sær, at hetta er ein gongd, sum fer at vinda uppá seg, sigur Hans Andrias Sølvará, og tá sær tað ikki so væl út fyri fólkafátæk lond sum Føroyar og Grønland.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sterk vinna skapar vælferð
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða
Vit mugu aftur fáa avlop í lands­kassanum
Hægri partafelagsskattur gevur ikki meir…
Hjálp til eginfíggingina
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið
Broyttir samgongumøguleikar?
Náttúrukortlegging er grund­arsteinur und…