Lýsing
Lýsing
Lýsing

Havstovan: Fiskidagatalið hjá bólki 2, 3 og 5 minkar 5%

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.12.2025 - 15:29 Tíðindi Vinna

Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við 5%, tí veiðulutfallið hjá upsa er oman fyri hámarkið. Mælt verður eisini til, at fiskidagatalið hjá Bólki 3-5 (línufør, snella og trolbátar) minkar við 5%, tí gýtingarstovnurin hjá toski er minni enn lágmarkið.

 

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026.

Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við 5%, tí veiðulutfallið hjá upsa er oman fyri hámarkið. Mælt verður eisini til, at fiskidagatalið hjá Bólki 3-5 (línufør, snella og trolbátar) minkar við 5%, tí gýtingarstovnurin hjá toski er minni enn lágmarkið. Tilmælið byggir á umsitingarætlanina fyri tosk, hýsu og upsa.

Toskastovnurin á Landgrunninum er nú millum kritiska vandamarkið og lágmarkið. Hýsustovnurin er væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini.

Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2026 verður 150 fiskidagar hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki. Hetta er sama dagatal, sum var tilmælt fyri 2025.

Tilmælið sæst her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­heilsan frá Gadus
Aftur um jólini
Havstovan: Fiski­dagatalið hjá bólki 2, 3…
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke
Trump vil hava Grønland
Veðrið í jóla­vikuni
Tussj: Bárður er flogbóltsumsjó­nar­maður…
Gamli Klakksvíkshandilin eisini opin í d…
1151 pakkar umborð á 102 skip      
Betlehems fløtur og Fugloyar­hálsur
Jóla­sangløta við Betesdakórinum