Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jóannes Purkhús

Veðrið í jólavikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.12.2025 - 07:00 Tíðindi Veðrið

Vit skulu ikki rokna við kulda og kava á jólum í ár. Næsta vika byrjar við einum lýggjum loti (tá ið vit hugsa um árstíðina) av landsynningi. Tollaksmessu dag kemur hann lágt, og øll jólini fer hann at liggja av útsynningi. Annað jólakvøld gongur hann upp í útnyrðing.

Nakað av avfalli í dag, men annars yvirhøvur turt restina av vikuni. Hitalagið fer at liggja upp í 9 stig næstan hvønn dag í vikuni og niður í 4 stig um náttina. Tað gevur ikki nógvan kava, men í støðum har tað er klárt, kann kølna eitt sindur, so at tað er svartakálk á vegi ella í tjørn.

Veðrið jólavikuna í fer at síggja soleiðis út:

Mánadagin:

Fyrrapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina, og sum frá líður fer at regna. Seinnapartin veksur hann upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað, ælaveður ella regna. Seint á kvøldið ella út á náttina slítur í, og vindurin minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 4 til 9 stig.


Týsdagin – tollaksmessudag:

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Móti middegi minkar vindurin til lot til frískt lot og gongur upp í vestan 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.


Mikudagin - jólaftan:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað, í støðum klárt, og yvirhøvur turt. Út á dagin dregur á luftina til samdrigið, men yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig. 


Hósdagin – jóladag:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin halvskýggjað, men út at seinnapartin samdrigið. Yvirhøvur turt allan dagin. Hitin 5 til 9 stig.


Fríggjadagin – 2. jóladag:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin ella út á kvøldið sama vindferð, men hann gongur upp í útnyrðing, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke
Trump vil hava Grønland
Veðrið í jóla­vikuni
Tussj: Bárður er flogbóltsumsjó­nar­maður…
Gamli Klakksvíkshandilin eisini opin í d…
1151 pakkar umborð á 102 skip      
Betlehems fløtur og Fugloyar­hálsur
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Harmoniku­liðið hjá Kvøldskúla­num verið á…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Brandan bjóðar bestubitar á jólum
Í týskari fangalegu
Sjálvstýri tilreiðar við eini bústaðarre…
Heimafriður minnir á jóla­friðin
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa