Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta er klassi! Ein klassa leikur, framførdur undir bestu umstøðum í Varpinum. Góð týðing, frálíkt spæl við høgum tempo, forvirrilsi og skemti í hásæti. | Mynd: Dávur Winther

Friður á pallinum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  30.10.2025 - 21:44 Mentan Tíðindi

Ein leikur í heimsflokki í Varpinum í Klaksvík, sum hevur verið sýndur nú í skjótt tvær vikur fyri fullsettum húsi.

Tað er bretin, Michael Frayn, sum í 1982 hevur skrivað leikin. Leikurin verður sagdur at vera stuttligasti sjónleikur, sum nakrantíð er skrivaður. Henda leikin fekk Adelborg Linklett gott eyga til fyri árum síðani, men ikki fyrr enn nú eydnaðist at seta leikin upp í hølum, sum vóru egnaði til hann.

Tí er pallurin í Varpinum umskapaður til ein heimsklassa pall í tveimum hæddum, sum eisini er ein rullipallur – 9 m í diametur.

Ein fantastiskur pallur, fantastiskir leikarar og leikstjóri, Annfinnur Heinesen – og ikki minst pallsniðgevin, Edward Fuglø, sum hevur givið pallinum eitt altjóða flog.

Næmingar úr Tekniska Skúla saman við hópin av góðum fólki hava gjørt søguliga pallin, sum mánadagin má lúta fyri Hjarnar, ið skulu heiðrast fyri 50 ára spæl næsta vikuskiftið.

Sum tikið plagar at verða til – Hetta er klassi! Ein klassa leikur, framførdur undir bestu umstøðum í Varpinum. Góð týðing, frálíkt spæl við høgum tempo, forvirrilsi og skemti í hásæti.

Takk fyri eitt ómetaligt upplivilsi! Vónandi verður tað ikki alt ov leingi, til vit aftur kunnu uppliva ein líknandi leik frá kønu hond Klaksvíkar Sjónleikarafelags.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eingin ivi: Alfred heldur við KÍ
Myndarøð 4: Steypadystu­rin 2016
Friður á pallinum
Epli og gularøtur av Sandi
Minningarhald á Toftum
Myndarøð 3: Vit minnast 2016
Myndarøð 2: Vit minnast 2016
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016
Loksins er serstøk avtala um løn undir ú…
Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan se…
Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum
Fýra U18 leikarar til World Masters ì Bu…
Eldrahugni í Betesda
Minningarhald í Klaksvík
HJARNAR: Bert 50 atgongumerki eftir til…
Minningahald allahalgannadag
Samstarvsavtala um skaðafyribyrging
Minningarhald í Dómkirkjuni
Heyst á Hermóti­num í Klaksvík
Norðlýsið yvir Klaksvík