Lýsing
Lýsing
Lýsing

HJARNAR: Bert 50 atgongumerki eftir til eykakonsertina

SKRIVAÐ: Hjarnar  |  30.10.2025 - 10:01 Mentan Tíðindi

Umframt at Hjarnar fer at rokka við øllum sínum vælkendu sangum, so verður eisini møguligt at hoyra kendar tónleikarar tulka nøkur løg hjá Hjarnum.

Fyrra konsertin er útseld, og í løtuni eru bert 50 atgongumerkir eftir til eyka konsertina leygardagin kl. 17.00. Nógv verður gjørt burturúr konsertini, har bólkurin verður heiðraður við manér. "Høvuðspersónurin" - HJARNAR - fara sjálvandi fyrst á pallin og spæla øll tey kendu løgini, men umframt teir, so verður eisini møguligt at hoyra Hans Andrias Jacobsen, Guðrun Sólju Jacobsen og Hans Edward Andreasen tulka løg hjá HJARNAR.

Guðrun Sólja Jacobsen
Hon gjørdist heimskend í Føroyum og Danmark, tá ið hon fyrstuferð trein á pallin í tónleikasendingini „Stjerne for en aften“ við lagnum „Promise Me“ hjá Beverley Craven. Hon hevur eina ótrúliga rødd, sum bergtekur lurtaran, og bæði kvøldini í Varpinum fer hon at syngja teir báðar sangir hjá Hjarnar, „Aldurnar“ og „Turvelvandi
drøgg“, sum hon hevur latið í nýggjan búna.

Hans Andrias Jacobsen
Ársins Sement vinnari 2025, fer eisini at tulka lag hjá Hjarnar. Hann sleppa tit at hoyra bæði kvøldini í Varpinum.
Dómararnir á Sement tiltakinum vóru ovurfegnir, og góðu honum allar bestu skoðsmál við á vegnum. Teir søgdu: „Hann hevur altjóða stig og kann spæla allastaðni í heiminum. Bar seg ógvuliga væl á pallinum og hevur fantastiska rødd.“

Hóast Hans Andrias oftast er einsamallur á palli við einari gittara og einari munharpu, so kemur hann við ljóðføri og sangi langt út um pallkantin og inn í hjørtuni á lurtaranum.

Hans Andrias fer at tulka lagið "Vetrarnátt".

Hans Edward Andreasen
Í ár hevur hann gjørt eitt brak av einum tónleikaligum comeback. Undir navninum Swardi, tók hann millum annað áhoyrarnar við storm, tá ið hann trein á pall á ársins Summarfestivali.

Hann er kendur fyri sína serligu rokk-rødd og fantastiska gittarspæli. Hann byrjaði í bólkinum Zink, men er helst betri kendur saman við bólkinum The Dreams, ið umframt at klára seg sera væl uttanfyri Evropa, bleiv sera kendur í Føroyum og Danmark í 2008, tá ið teir luttóku í danska Melodi Grand Prix.

Hans Edward sleppa tit at uppliva á konsertini leygarkvøldið og fer at spæla sangin "Time After Time".

Atgongumerki kunnu keypast á Alla nátt - 50 ár við Hjarnar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016
Loksins er serstøk avtala um løn undir ú…
Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan se…
Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum
Fýra U18 leikarar til World Masters ì Bu…
Eldrahugni í Betesda
Minningarhald í Klaksvík
HJARNAR: Bert 50 atgongumerki eftir til…
Minningahald allahalgannadag
Samstarvsavtala um skaðafyribyrging
Minningarhald í Dómkirkjuni
Heyst á Hermóti­num í Klaksvík
Norðlýsið yvir Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Fuglafirði
Árni Frederiksberg: Altíð spennandi og s…
Víkingur hevur betri finaluroyndir enn K…
Tussj á Nevza
Ótrygt foreldur: - Deyðsfella fyri smá b…
Samfelagsstevnan 2025                   …
Tøkk - Rannvá Hansen