Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ótrygt foreldur: - Deyðsfella fyri smá børn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.10.2025 - 17:17 Tíðindi

Foreldur á Kalsoynni hevur sær til Norðlýsið og kært sína neyð um væntandi trygdina á ferjuleguni á Syðradali, í samband við arbeiðið at tillaga rampuna til Teistan

 

Foreldur á Kalsoynni hevur vent sær til Norðlýsið og kært sína neyð um væntandi trygdina á ferjuleguni á Syðradali, í samband við arbeiðið at tillaga rampuna til Teistan.

- Hatta er ein deyðsfella, serliga fyri smá børn, sum ofta ikki hava eyguni við sær, sigur eitt foreldur sum Norðlýsið hevur tosað við, men sum vil verða dulnevnt. 

Ítøkiliga snýr tað seg um gelendararnar báðumegin við.

- Tað stutta av tí langa er, at SSL hava tikið fleiri metrar av gelendara vekk, so at Teistin skal fáa rampuna niður. Teistin hevur sjálvur gelendara á rampuni, meðan Sam bara hevur eitt portur framman. Úrslitið er, at tað nú eru einir 4-5 metrar frá Sam og yvir til gelendaran á ferjuleguni. Fer man út av rampuni, av einari ella aðrari orsøk, so endar man á sjónum, og har er als ikki lætt at sleppa upp aftur. Omaná tað heila, so liggur Sam altíð við skrúvu, so man verður drigin burtur frá ferjuleguni, um illa vil til, sigur sama foreldur við Norðlýsið. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árni Frederiksberg: Altíð spennandi og s…
Víkingur hevur betri finaluroyndir enn K…
Tussj á Nevza
Ótrygt foreldur: - Deyðsfella fyri smá b…
Samfelagsstevnan 2025                   …
Tøkk - Rannvá Hansen
Eldrahugni í Betesda
Dokking og tolling av Smyrli
Gates mælir til broyting í veðurlagsstrí…
Almennur spurningur til samgonguna: Nær…
Hjarnar vitja Norðlýsið
Dalsenni 7.000 pund
Føroyskir badmintonleikarar gera um seg…
Allahalganna messa í Gøtu Kirkju!
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónir­nar…
Minningahald allahalgannadag
Team Klaksvík fær vitjan av VÍF í kvøld
Sanktiónir­nar móti Russlandi byggja ikki…
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…