Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskir badmintonleikarar gera um seg í Danmark

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.10.2025 - 03:23 Ítrottur Tíðindi

Farna vikuskifti spældu allir badmintonleikararnir, sum búgva í Danmark, sera týdningarmiklar liðdystir við sínum felag

 

Miriam í Grótinum, Rúni Øster, Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini spæla øll við KBK. Magnus Dal-Christiansen spælir við Drive.

Liðið hjá Miriam í Grótinum og Rúna Øster vann 10-3 móti Hvidovre 3. Og liggja tey í á einum fyrsta plássi - 5 stig framman fyri nummar 2. Sum tey skulu spæla ímóti 15. november.

Liðið hjá Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini vann eisini sín liðdyst. Teir spældu móti Hvidovre 4. Úrslitið av liðdystinum gjørdist 8-5. Liðið hjá teimum er greitt á odda aftaná fyrstu liðdystirnar.

Liðið hjá Magnusi Dal-Christiansen tapti tíverri sín liðdyst, tó vann Magnus sínar tveir dystir. Liðið liggur á einum 3. plássi.

Næsta umfar í liðdystunum hjá leikarunum, sum búgva og spæla í Danmark, verður 15. november.

Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer tá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Rannvá Hansen
Eldrahugni í Betesda
Dokking og tolling av Smyrli
Gates mælir til broyting í veðurlagsstrí…
Almennur spurningur til samgonguna: Nær…
Hjarnar vitja Norðlýsið
Dalsenni 7.000 pund
Føroyskir badmintonleikarar gera um seg…
Allahalganna messa í Gøtu Kirkju!
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónir­nar…
Minningahald allahalgannadag
Team Klaksvík fær vitjan av VÍF í kvøld
Sanktiónir­nar móti Russlandi byggja ikki…
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og No…
Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Eykasýning av "Friður á Pallinum"
Teitur bjóðar til Jóla­konsert
Bannon: Trump verður forseti í 2028