Bannon: Trump verður forseti í 2028
Í samrøðu við The Economist tann 23. oktober segði Bannon at hann er sannførdur um, at Donald Trump eisini verður forseti í 2028
Trump verður forseti í ’28, og fólk mugu bara venja seg við tað,” segði hann.
Hann legði afturat, at tað eru “mangir ymiskir møguleikar” fyri, hvussu tað kann lata seg gera, og at tey í hansara umhvørvi hava eina ætlan, sum fer at verða løgd fram seinni.
Hann segði, at Trump er ikki bara ein politikari, men ein partur av einum andaligum stríði, har hann er settur at berjast móti “globalistum” og “elitum”, sum sambært Bannon royna at oyðileggja USA innanífrá.
Tá The Economist spurdi hann beinleiðis, hvussu Trump kundi vera forseti eina triðju ferð, svaraði Bannon ikki beinleiðis, men flutti tosið yvir á, at “fólkið sjálvt fer at krevja tað, tá tey síggja, hvat hann fær gjørt.”
Hann gav onga greiða frágreiðing um, hvussu hetta skuldi lata seg gera í praksis, men helt fast við, at ein ætlan er til staðar.
Trump ikki avvísandi
Á síni ferð til Japan í gjár tosaði Donald Trump við fjølmiðlar umborð á Air Force One. Har gjørdi hann greitt at hann var opin fyri møguleikanum at at taka eitt triðja skeið.
----------
Stephen Bannon er amerikanskur miðlastjóri, politiskur strategur, serfrøðingur og fyrrverandi íløgubankamaður. Hann var høvuðsstrategur í Hvítu Húsunum fyrstu sjey mánaðirnar av fyrstu stjórnini hjá Donald Trump, forseta, áðrenn Trump koyrdi hann úr starvi. Hann er fyrrverandi nevndarformaður í Breitbart News .