Semja millum politiskar flokkar um linjuføring
Í farnu viku fingu øll løgtingsfólk kunning um avgerðarnotatið, sum P/F Suðuroyartunnilin og ráðgevin, Norconsult, hava latið úr hondum. Floksforfólkini í øllum flokkum á Løgtingi fingu til uppgávu at venda aftur við eini avgerð um, hvørja linjuføring flokkarnir mæla til.
Allir flokkar í Løgtinginum hava nú svarað, og tað er greitt, at semja er um linjuføringina. Henda linjuføringin fer úr Djúpadali til Sandvíkar, men við atkomutunli til Skúvoyar (1A).
Tí verður henda linjuføringin grundarlagið undir lógaruppskotinum, ið eftir ætlan fer til hoyringar í hesi vikuni.
Lógaruppskotið snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.
Talan er um eina verkætlan í tveimum pørtum og skal harvið samtykkjast í Løgtinginum tvær ferðir:
1) Fyrri parturin snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út samlaðu verkætlanina. Tað er hetta lógaruppskotið, ið verður sent til hoyringar hesa vikuna.
2) Tá fyrri partur er liðugur, skal Løgtingið aftur taka støðu til nýggju upplýsingarnar, og nýtt uppskot verður sostatt lagt fram fyri Løgtingið.