Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heyst á Hermótinum í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.10.2025 - 07:13 Mentan Tíðindi

Leygardagin 1. november verður Valskúlin í Klaksvík karmur um eitt risa figurborðspæls-tiltak, sum áhugafelagið Hermótið skipar fyri.

 

Hermótið bjóðar øllum til ein heilan dag við figur-borðspølum. Talan er um eitt serstakt og fjølbroytt ítriv, sum sameinir leik, list og samanhald. Tað verður fyrst og fremst Warhammer á skránni, ið er heimsins kendasta figur-borðspæl. Í hesum spæli byggja og mála luttakararnir sínar egnu herdeildir av smáum modell-figurum, og dystast síðani við teimum í einum borðspæli, ið krevur bæði skynsemi og hugflog.

Tað er eitt ókeypis tiltak har bæði ung og vaksin fáa høvi at uppliva hetta ítriv, sum Hermótið arbeiðir við at menna í Føroyum. Tað verður eitt opið og hugnaligt umhvørvi, við onkrum spennandi til øll. Vitjandi kunnu m.a. royna síni handaligu evni við at líma og mála figurar, sum Hermótið bjóðar. Eisini verða borð sett fram við stórslignum landslagi, har bæði roynd og óroynd kunnu royna seg í strategiskum spæli ímóti hvørjum øðrum.

Titlakið er frá kl. 10:00 til 22:00 Leygardagin 1. Novembur í Valskúlanum, og øll eru hjartaliga vælkomin, stór sum smá. Støkk á gólv og fá eina heilt serliga uppliving.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loksins er serstøk avtala um løn undir ú…
Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan se…
Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum
Fýra U18 leikarar til World Masters ì Bu…
Eldrahugni í Betesda
Minningarhald í Klaksvík
HJARNAR: Bert 50 atgongumerki eftir til…
Minningahald allahalgannadag
Samstarvsavtala um skaðafyribyrging
Minningarhald í Dómkirkjuni
Heyst á Hermóti­num í Klaksvík
Norðlýsið yvir Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Fuglafirði
Árni Frederiksberg: Altíð spennandi og s…
Víkingur hevur betri finaluroyndir enn K…
Tussj á Nevza
Ótrygt foreldur: - Deyðsfella fyri smá b…
Samfelagsstevnan 2025                   …
Tøkk - Rannvá Hansen
Eldrahugni í Betesda