Lýsing
Lýsing
Upptakt: NSÍ-KÍ
Bæði liðini verða nakað skerd til dagsins dyst.
Talan er um dyst, har NSÍ við sigri kann røkka 2. plássi, men tað krevur eisini hjálp frá Víkingi. Eydnast tað, so er møguleiki fyri, at NSÍ byrjar í 2. umfari í Conference League næsta ár. KÍ spælir fyri ikki at tapa nakran dyst í ár.
Hjá NSÍ er møguleiki fyri, at tveir av lyklaleikarunum als ikki spæla. Brandur H. Olsen bleiv skaddur undir venjing í vikuni og skal undir skurð, meðan Klæmint A. Olsen fór skaddur av vøllinum móti HB seinast og so er spurningurin, um hann verður klárur. Hjá KÍ væntast Hallur Hansson og Deni Pavlovic ikki at spæla, meðan ivamál er um Odmar Færø, Jonn Johannessen og Patrik Johannesen.
Dysturin í Runavík byrjar kl. 14.30. Dómari verður Heini Z. R. Viðoy
Seinastu tíðindini