Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seyðahundakapping á Viðareiði leygardagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.10.2025 - 07:03 Ítrottur Tíðindi

Kvalifikatiónskappingarnar til europameistaraheiti og heimsmeistaraheiti, fyri seyðahundar, byrja nú leygardagin. Hetta er 1. kapping av 7

 

Komandi 5 vikuskiftini fara Føroya bestu seyðahundar at kappast um, hvør sleppur at umboða Føroyar til EM í Belgia og HM í Skotlandi í septembur 2026.

Fyrsta seyðahundakappingin verður á Viðareiði leygardagin 25. oktobur. Norðoya Seyðahundafelag stendur fyri kappingini, og hon verður á heimavølli felagsins á Viðareiði. 17 hundar eru meldaðir til. Bestu hundarnir í Føroyum eru við aftur í ár. Tó verður Linn hjá Tummasi Jacobsen, ið varð á 4. plássi seinasta kappingarár, ikki við leygardagin. Onkur nýggjur hundur er eisini at síggja, Tóroddur Vang fer at royna seg við Bráð og Tóki Berg fer at luttaka við Æsir.

Spennandi verður at síggja hvussu nýggju hundarnir fara at roynast. Øll seyðahundafeløgini, uttan Vága seyðahundafelag, eru umboaði. Eysturoyar og Sundalags seyðahundafeløg eru best umboðaði við ávikavist 6 og 4 hundum. Norðoya Seyðahundafelag hevur ein hund við. Veðurforsøgnin hevur ikki verið pen, fyrr í vikuni, men nú sær betur út. Vit vóna at fáa eina góða kapping.

Øll eru vælkomin ein túr norð til Viðareiðis at hyggja. Norðoya Seyðahundafelag bjóðar drekkamunn. Kappingin byrjar kl 08:30 og varir í einar 5 tímar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur
Nevza kappingin serva í gongd
Kjøthandilin letur upp aftur mánadagin
Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í dag
Seyða­hundakapping á Viðareiði leygardagi…
FM Radio: KÍ er elitufótbóltur
Eingin háruskráseting í 2025
Geiður sigur til VÍF
Pisshúsið fingið tátt
Sjóneyka á hjartastartaran
Pallborðsfundur í Húsinum
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Stjørnan tekur ímóti VÍF
KÍ formaðu­rin: Vit føra ein sunnan fótbó…