Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.10.2025 - 16:30 Tíðindi Veðrið

Nú er høgættin komin, og tað er eitt sindur kaldari í dag, enn tað var í gjár. Høgættin fer at liggja alt vikuskiftið og nakrar dagar inn í næstu viku eisini.

Í lotinum er eitt sindur av ælaveðri, og við nýkomna kuldanum kunnu vit rokna við løtum við onkrum kavaæli. Eitt sindur av vindi í nátt og morgin, men sunnudagin bert eitt lítið lot.

Veðrið um vikuskiftið:

Í dag hevur hann ligið millum landnyrðing og norðan, 10 til 15 m/s. Loftið hevur verið skýggjað fyri tað mesta, tó hava løtur verið við skiftandi skýlofti og onkrum æli. Nú seinnapartin minkar hann vindin, og ættin fer upp í norðan. Í kvøld kemur hann høgt, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður, kanska við kava ella vátakava.

Hitin í dag 4 til 8 stig. Í kvøld verður kaldari, í støðum fer hann niður móti frostmarkinum.

Í morgin er frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Um náttina minkar hann niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin er skiftandi skýloft við ælaveðri við regni og vátakava ella kava. Út á dagin smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Hitin 2 til 7 stig, men um náttina fer hann niður móti frostmarkinum í støðum.

Sunnudagin er lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið, kanska við vátakava ella kava. Út á dagin veksur hann vindin upp í frískt lot til frískan vind, meðan hann gongur upp í norðan, 5 til 10 m/s, og loftið er skýggjað við onkrum æli, kanska við vátakava ella kava.

Hitin 4 til 7 stig, men um náttina niður móti frostmarkinum.  

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…