Leggja lok á Eystan Garð
Fyrireikingarnar til íbúðarbyggingina Eystan Garð, hjá Pado ganga væl, og verða nú takelementini løgd á
Fyrireikingarnar til íbúðarbyggingina Eystan Garð, hjá Pado hava vingið væl, og verða nú takelementini løgd á
Talan er um 10 eigaraíbúðum, sum eru ímillum 80 og 96 fermetrar til víddar.
Seks teirra við tveimum kømurum - og fýra við trimum kømurum.
Síðurnar við stórum vindeygum eru komnar í, og í dag og í gjár løgdu teir væl bjálvaðir takelementir á, so her gongur onkran veg.
Tað gongur við rúkandi ferð - sum at byggja Lego. Talan er um elementbyggjaríð úr beton, sum Løvubeton hevur gjørt.
Teir størstu byggilutirnir viga um 8 tons, so her skulu stór amboð til. Eisini eru kaðalrør í elementunum at drage el-leiðingar í.
Eisini eru wc-klivar settir inn á báðar hæddirnar. Teir eru liðugt gjørdir við flísum, brúsu, vaski, wc og enntá knagum at handa handklæðið á.