Dansiveturin byrjar
Sunnukvøldið 19. oktober byrjar dansiveturin hjá Klaksvíkar Dansifelag. Dansað verður hvørt sunnukvøld fra kl. 20.00. Dansað verður í Skálanum, sum er hús felagsins. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Ikki er neyðugt at halda seg aftur, um ein kanska ivast í, um ein dugir nóg nógv kvæðir. Tað er skjótt at koma á lagið. Dansað verður til føstan byrjar. Skrá er gjørd til hvørt kvøldið, 4 -5 kvæði/vísur eru á skránni, men rúm er eisini fyri at taka okkurt annað, um hugur er til tess. Umframt vanligu dansikvøldini eru onnur tiltøk eisini so sum rivjaveitsla í desember og veitsla saman við øðrum dansifeløgum í november. Eisini fara vit í felag til hesi almennu dansikvøldini - nýggjáradans í Dali, trettandadans í Havn og kyndilsmessudans í Haraldssundi.
Klaksvíkar Dansifelag er eisini virkið innan Barnadans. Børnini byrja at dansa sunnukvøldið 26. oktober. Barnadansurin er frá kl. 19.00 til kl.20.00 í Skálanum.