Vín og føroyskur matur í søguríka Biskupsstøðgarði
Kom til spennandi vínsmakking og leskiligan føroyskan mat í hugnaligu stovuni hjá Nólsoyar Páll og Marin Malenu í Biskupsstøðgarðinum. Hóskvøldi 16. oktober kl. 19 - 21.
Biskupsstøðgarðurin var eitt týðningarmikil stað, har føroyingar longu fyrst í 1800 fingu smakk fyri spennandi vørum frá útheiminum, hesar vørur komu heim við Royndini Fríðu.
Komandi hóskvøld fer Testovan Marin Malena at royna júst hetta, at seta serføroyskan mat frá fugli, seyði og fiski, saman við spennandi víni frá útheiminum.
Vínkúllarnir hava seinastu árini forkela føroyingar við spennandi vínum frá víngørðum, sum teir ofta sjálvir hava vitjað.
Vínserfrøðingar eru teir — umframt at vera eitt lítið sindur kúllaligir.
Kom til eitt stuttligt og annaðleiðis vínkvøld í vakra Biskupsstøðgarðinum mitt í Klaksvíkini