Zarepta 60 ár – hvussu byrjaði hetta stóra verk?
Mikukvøldið kl. 20 vitja Else og Poul Johan Djurhuus í Betesda í Klaksvík, har tey fara at greiða frá upprunanum til verkið í Zarepta, sum í ár fyllir 60 ár.
Í summar vóru 60 ár liðin, síðan fyrstu summarlegurnar vórðu hildnar við Áir í 1965. Tað summarið vóru íalt 391 børn á legu, sum vóru deildar upp í 6 vikur. Leygardagin 3. juli 1965 komu tey allar fyrstu børnini og starvsfólkini á legu við Áir, sum tvey ár seinni flutti í nýggju húsini í Vatnsoyrum – ZAREPTA.
Tað vóru ungu hjúnini, Else og Brynleif Hansen, sum komu til Føroya við kallinum at byrja barna- og summarlegur í Føroyum, sum mugu sigast at hava ment seg til dagin í dag til tað heilt stóra.
Longu í 1970 misti Else sín kæra mann í syrgiligu flogvanlukkuni í Mykinesi. Brynleif var bert 33 ára gamal. Í 1973 giftust Else og Poul Jóhan Djurhuus, og hava tey øll árini tænt Harranum í og út frá brøðrasamkomunum, bæði her heima og uttanlands.
Mikukvøldið koma tey bæði á vitjan í Betesda í Klaksvík, har myndir eisini verða at síggja, sum vórðu tiknar á fyrstu legunum við Áir.
Eftir møtið verður drekkamunnur og høvi at hyggja at myndum v.m.
Hjartaliga vælkomin