Fíggjarlógin er ikki “bara tøl”
Fríggjakvøldið søgdu tey í Degi og Viku, at játtanin sum er sett av til Landssjúkrahúsið á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, røkkur ikki til avtalaða lønarvøksturin, og tí verður helst neyðugt at skerja onkrar tænastur.
Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, hevur víst á hetta, og við Dag og Viku fríggjakvøldið segði hann, at játtanin næsta ár veksur munandi minni enn hon er vaksin tvey tey seinastu árini. Tí hevur hann spurt, hvussu hetta fer at ávirka støðuna hjá sjúklingunum? Verða nakrar tænastur á sjúkrahúsinum niðurlagdar, og verða bíðilistarnir longri?
Hóast tølini greitt vísa, at lønirnar eru vaksnar við 44,1 mió. krónum frá í fjør til í ár, og bara fara at vaksa 24,4 mió. krónur næsta ár, so segði Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við Dag og Viku, at tað er ikki heilt rætt, at tølini hækka so lítið. Hon vísti til fíggjarkarmar og aldurssamansetingar og kom til ta niðurstøðuna, at hetta ger, at lønarvøksturin verður bara eitt vet minni enn hann hevur verið.
Nú er tað so, at tá tú hevur tvey tøl, og tú trekkir tað minna talið frá tí størra, so vísir úrslitið altíð munin millum tølini (og tað er líkamikið hvat fíggjarkarmar og aldurssamansetingar annars vísa). Í hesum førinum sigur fíggjarlógaruppskotið, at í ár fara 585,7 mió. krónur til lønir og næsta ár er ætlanin at brúka 610,1 mió. krónur til sama endamál. Hetta gevur ein mun sum er 24,4 mió. krónur, og tað er nógv minni enn vøksturin er frá í fjør til í ár. Men so kemur tað áhugaverda: Landsstýriskvinnan sigur við Dag og Viku, at tað sum liggur á borðinum nú er “bara eitt uppskot”, og at tað er ikki fyrr enn fíggjarlógaruppskotið er samtykt, at vit hava nakað heilt ítøkiligt at fyrihalda okkum til.
Jú rætt er tað, og tøl kunnu broytast frá tí at fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram, og til tað verður endaliga samtykt, men vit mugu tó ganga út frá, at uppskotið sum verður lagt fyri løgtingið vísir tey tølini, sum landsstýrið og samgongan eru blivin samd um, og sum helst skal avspegla endaligu fíggjarlógina. Fíggjarlógaruppskotið kann ikki bara vísa tilvildarlig tøl.
Skuldi tað hent, at samgongan kemur við nýggjum og størri tølum fyri lønarútreiðslurnar, so verður hallið á fíggjarlógini somikið størri.
Eftir stendur spurningurin: Hvat merkir hetta fyri raksturin av sjúkrahúsverkinum, fyri sjúklingarnar og fyri hallið á fíggjarlógini?
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin