Aftur hálvt stig
Føroyar taptu eisini annan dagin í EM-kappingini í talvi 3½-½. Hesaferð móti Litava. Úrslitið kennist heldur snópisligt, tí møguleikar vóru fyri frægari úrtøku, tó at litavar høvdu sterkari telvarar á øllum borðum.
Tað var føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum bjargaði okkum hálva stignum í sera drúgvum talvi á 1. borði. Ikki færri enn 141 leikir vórðu fluttir, og góðir seks tímar gingnir, áðrenn javnleikurin var veruleiki. Tað er sjáldan, at talv gerast so drúgv. Litavski stórmeistarin treiskaðist so morðgírigur í endatalvinum, ið leingi tóktist vera javnt, at tað kendist vera á markinum fyri tí, sum er ítróttarliga sømiligt. Hóast Høgni hevði sera knappa tíð, ofta minni enn ein minutt til hvønn av seinastu hálvthundrað leikunum, var hann kortini mentur at varðveita hugsavningina og orkuna, ið kravdist til at fóta sær í drúgva talvinum. Flott, Høgni.
Verri gekst hinum trimum, tó at tað eina løtu luktaði av remis á báðum aftaru borðunum. Í stuttum kann sigast, at føroyska avrikið var ikki nóg gott í dag.
Føroyar - Litava ½ - 3½
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - GM Valery Kazakouski 2581 ½ - ½
Luitjen A. Apol 2318 - GM Titas Stremavicius 2531 0 - 1
Rógvi Egilstoft 2304 - GM Paulius Pultinevicius 2532 0 - 1
Martin Poulsen 2276 - Gustas Morkunas 2324 0 - 1
Rógvi Egilstoft hevur sent hesa frásøgn frá dystinum í øðrum umfari:
Høgni kom tíðliga at standa verri. Mótstøðumaðurin offraði finnu fyri rúmari ræsum. Tað endaði við, at Høgni mátti lata báðar bisparnar fyri rók. Leingi var tap í hendi, men mótstøðumaðurin fann ikki røttu ætlanina, og Høgni fekk til endans strítt seg til ein javnleik eftir góðar 6 tímar við talvborðið.
Luitjen kom at síggja til væl burturúr byrjanini, men tá mótstøðumaðurin breyt ígjøgnum á frúgvasíðuni í miðtalvinum, føldi Luitjen seg noyddan at lata eina finnu. Mótstøðumaðurin býtti so við og við fólkið upp. Tað endaði við, at teir høvdu frúgv og finnur á borðinum. Finnan, ið varð mist í miðtalvinum, avgjørdi til endans talvið.
Mín mótstøðumaður var óansin í miðtalvinum. Eg fekk eina finnu og átti í minsta lagi at fingið talvið javnt. Men telvingin var einki at reypa av eftir hetta. Eg misti finnuna aftur, og bleiv trýstur so mikið, at tíðin til endans fór. Men tá var støðan á borðinum eisini tapt.
Martin var undir trýsti stóran partin av talvinum. Mótstøðumaðurin fekk eitt álop í lag á frúgvasíðuni, men Martin vardi seg væl í tíðarneyðini. Tá teir fjøruti leikirnir vórðu fluttir, og telvararnir fingu tillutaða nýggja tíð, hevði Martin fingið fram eina javna støðu á borðinum. Men best sum hann helt væl til standa, var hann tíverri so óansin, at hann misti mann, og so var ikki annað at gera enn at leggja kongin.
Írland í triðja umfari
Í morgin týsdagin møta Føroyar Írlandi. Her er kjansurin at vinna. Írland er eitt av trimum liðum, sum eru styrkismett niðari enn Føroyar í EM, so nú ræður um at fáa alt at sita sum tað skal í morgin.
Rumenia hevur óvæntað lagt seg á odda eftir tvey umfør. Rumenskur landsliðsvenjari er Ivan Sokolov, sum í 2022 púra óvæntað leiddi Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni. Ivan var fleiri ferðir í Føroyum í 90-árunum sum eitt slag av venjara og ráðgeva hjá Havnar Telvingarfelag. Bosniski stórtelvarin skuldi herfyri ætlandi standa á odda fyri føroyska talvlandsliðnum, men onkursvegna datt ætlanin niðurfyri fyri einum trimum árum síðani.
Fimm lond hava higartil fult stigatal í EM; umframt Rumenia eru tey Grikkaland, Slovenia, Serbia og Frakland. Menn enn eru ikki allar súður syftar.
Dystirnir í triðja umfari í morgin byrja allir á middegi. Fleiri leinki eru til stroymingina frá dystunum - eitt er lichess.org.