Vit eftirlýsa eina politiska visjón fyri land og kommunur, sum fremur veruligar batar
Tað skortar ikki í at byggja tunlar og flottar bygningar, men minni verður hugsað og tosað um, hvørt tey, sum skulu brúka alt hetta kostnaðarmikla og flotta, trívast ella hava eitt virðiligt lív.
Stórt trot er á fakfólki á øllum tí námsfrøðiliga økinum; serliga dagstovnaøkið er spert. Okkum manglar stovnar, bæði bú- og viðgerðarstovnar til alt tað sosialpedagogiska økið, tørvur er á tilboðum til teirra í eldra ættarliðinum, sum ikki klára seg sjálvi longur, og fólk við demens eru bundin at sínum avvarðandi fyri at megna dagin.
Vit eftirlýsa eina politiska visjón fyri land og kommunur, sum fremur veruligar batar fyri trivnað hjá børnum og ungum, hjá borgarum við skerdum førleikum, hjá barnafamiljum og hjá starvsfólkum á øllum umsorganarøkinum - frá vøggu til grøv.