Lýsing
Lýsing
Borðreiddu fyri UNESCO limum
Næmingar á Y1Matvøru25 á Tekniska Skúla gjørdu í gjár mat til UNESCO borðhald á 80 fólk í Varpinum.
Tað sluppu næmingarnir sera væl frá og fólk lótu sera væl at.
Sera flott má sigast. Serliga tí at meginparturin av næmingunum eru byrjaðir í yrkinum fyri bert góðum 5 vikum síðani, og hava aldrin roynt slíkt fyrr.
Eisini slapp ein av næmingunum at presentera - ella siga frá matarskránni, sum m.a. var heimsins besti laksur frá Bakkafrost.
Jú, gestirnir tóku til frálíka matin frá ungu og røsku næmingunum á TSK (Ein umráðandi táttur hjá UNESCO er undirvísing og læring), og at kvøldið annars, sum borgarstjórin var verur fyri, var eydnast sera væl.
Seinastu tíðindini