Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan stuðul til Drivið – nú er meir enn helvtin av verkætlanini fíggjað
Hallgerð Akurstein, sum samskipar verkætlanina, sigur, at stuðulin frá kommununi er ein týðandi viðurkenning av týdninginum, sum Drivið hevur fyri lokalsamfelagið – bæði sum frítíðarstað og sum felags savningarstað
Á bygdaráðsfundi 17. september 2025 varð samtykt, at Hvannasunds kommuna fer at lata fíggjarligan stuðul til verkætlanina Drivið.
Stuðulin merkir, at 62,4 % av samlaða kostnaðinum nú er fíggjaður, og er hetta eitt týðandi stig á leiðini móti at gera verkætlanina til veruleika.
Drivið skal hýsa m.a. róðrarneysti, motorsavni, venjingarhøli, verkstaði og felagsrúmi. Umframt hesum er eitt stórt sauna eisini partur av verkætlanini. Verkætlanin hevur longu fingið stuðul frá LOA (Lokale- og anlægsfonden) í Danmark, og stuðulin frá kommununi styrkir grundarlagið undir verkætlanini enn meira.
Hallgerð Akurstein, sum samskipar verkætlanina, sigur, at stuðulin frá kommununi er ein týðandi viðurkenning av týdninginum, sum Drivið hevur fyri lokalsamfelagið – bæði sum frítíðarstað og sum felags savningarstað.
Ætlanin er, at Drivið skal standa klárt várið 2027.