Lýsing
Lýsing
Lýsing

Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi

SKRIVAÐ: us.fo  |  17.09.2025 - 11:41 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Nógv ár eru liðin síðan haraldssundsfólk heittu á sýslumannin at leggja mál um innangarðsútskifting fram á grannastevnu, og á jóansøku boðaði sorinskrivarin frá, at nú var komið á mál.

 

Fyrsti útskiftingarfundur varð lýstur at verða tann 20. apríl 2022. Veðurforsøgnin boðaði frá góðveðri dagin eftir, og tí var avrátt at meta bøin tá. Dagarnar eftir var mált upp. Á vetri var góðskumetingin løgd fram og latin til kæru.

Útskiftingarlógin gevur tí almenna møguleika at ognartaka í samband við innangarðsútskifting. Ognartøkugjaldi er við til at fíggja útskiftingina.

Meðan góðskumetingin lá til kæru, var Kunoyar kommuna spurd, um tey vóru áhuga at ognartaka. Kunoyar kommuna tók av og setti út í kortið, hvat ognartakast skuldi.

Tá kærufreistin var farin, hevði ongin kært og góðskumetingin var góðkend. Um somu tíð var ognartøkan eisini  avgreidd. So var klárt at evna ein fyribilsplan til.

Ognartøkan og fyrsti fyribilsplanur vóru løgd fram á vetri 2023. Eigararnir fingu høvi til at siga sína hugsan um planin og koma við viðmerkingum. Innkomnu viðmerkingarnar vóru við til at broyta planin. Ár seinni var annar fyribilsplanur lagdur fram. Í hesum sambandi heitti Jógvan R. Frýdal frá Umhvørvisstovuni á eigararnar um at stinga høvdini saman og kanna, um møguligt var at koma við einari felags loysn. Eigararnir tóku áheitanina til sín og komu við einum uppskoti, sum nevndin brúkti sum leist at evna endaliga útskiftingarplan eftir.

Á vári 2023 var endaligi útskiftingarplanurin lagdur fram,  úrskurður sagdur og latin til kæru.

Á jóansøku boðaði sorinskrivarin frá, at ongin hevði kært.

Útskiftingin í Haraldssundi er sostatt endað.

Uml. 100 ognir vórðu ávirkaðar av útskiftingini. Tvey ógreið eigaraviðurskifti vórðu fingin í rættlag. Øki sum er farið undir veg eru rættað. 15 felagslutir eru upploystir. 59 bølutir vórðu býttir av nýggjum og nú útskiftingin er endað eru 35 bølutir í Haraldssundi.

Nú er málið latið til Matrikul, sum setur mark, rættar kort og matrikul, og avroknar fyri útskiftingina.

Onnur útskiftingarmál eru eisini ávegis. Í Depli fyri Norðan og Kvívík er fyribilsplanur lagdur fram, og annar planur er væl ávegis. Í Hvannasundi er góðskumetingin løgd fram.

Nógvar bygdir eru útskiftar, men enn vanta fleiri. Nevnast kunnu Tjørnuvík, Haldarsvík, Steymnes, Oyndarfjørður, Skála og Fuglafjørður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival