Lýsing
Lýsing
Kvøldskúlin: tilmeldingin letur upp í dag kl. 17
Ofta verða fleiri skeið skjótt fullteknað, so tað ræður um at vera klár/ur, um ein vil tryggja sær pláss. Onkur nýggj tilboð eru á skránni í vetur m.a. guitarpæl við Adolf Jakobsen.
Adolf hevur spælt guitar bæði við streingjafløkjuni og countrybólkinum. Harumframt hevur hann ofta spælt til felagssang. Og tað er m.a. at læra at spæla undir til felagssang hetta guitarskeiðið er ætlað. Handarbeiðsskúlin letur upp fyri tilmelding kl. 18. Hetta tí at summi vilja melda seg til okkurt í Kvøldskúlanum og í Handarbeiðsskúlanum. Tískil er ein tími á muni, so ein kann náa báðar upplatingarnar.
Meir kunning um skránna á heimasíðuni: https://www.kks.fo
Seinastu tíðindini