Lýsing
Lýsing
Nær skrivaði Norðlýsið at nýggj fysioterapiklinikk lat upp á Vágsheygnum?
og hvat ár var lítla samkoman á Garðavegnum, har 37 ára gamli Hanus Hansen tók yvir stjórastarvið í JFK.
Hesir báðir omanfyrinevndu spurningar vóru við í nýggju spurnarkappingini hjá "Komið øll við" sendingini hjá Norðlýsinum í dag.
Spurningarnir taka støði í hvat Norðlýsið hevur skrivað ígjøgnum árini. Lurtarar skriva síðan inn við teirra boðum um hvat rætta árstali er, og tann sum kollgitir allar tríggjar spurningarnar vinnur eitt "Komið øll við" krúss.
Sendingin er at hoyra hvønn týsdag frá kl. 14 kann hoyrast við at trýsta á "Live" knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7
Kristian Joensen er vertur.
Seinastu tíðindini