Lýsing
Lýsing
Ein týdningarmikil føroyskur sigur í Gibraltar
Føroyar vunnu 1-0 og hava nú seks stig.
Talan var um ein dyst, har Føroyar vóru betra liðið, men ikki fingu ordiliga gongd á spælið fyrr enn síðsta hálva tíman. Jóannes K. Danielsen og Árni Frederiksberg spældu seg ígjøgnum í høgru síðu. Brandur H. Olsen fekk skot á eftir innleggið, málverjin hálvbjargaði og so kundi Martin Agnarsson skora sigursmálið. 1-0 til Føroyar í einum týdningarmiklum dysti, har Føroyar høvdu óvanda favorittleiklutin, sum liðið ofta ikki hevur trivist væl við, serliga á útivølli.
Føroyar hava nú seks stig og spennandi verður at síggja, um liðið fer at megna at fáa fleiri stig á heimavølli móti Montenegro og/ella Kekkia í oktober, tí liðið hevur ofta staðið seg væl á heimavølli síðstu árini.
Seinastu tíðindini