Lýsing
Lýsing
Lýsing

Team Rynkeby súkklar frá Wenzel til Tjarnir 20. September

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.09.2025 - 15:20 Ítrottur Tíðindi

Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Wenzel, fer Team Rynkeby at súkkla frá Wenzel til Tjarnir. Øll eru hjartaliga vælkomin við. Møtt verður í Wenzel kl. 11.00, síðani byrjar súkklutúrurin kl. 11.30.

 

Súkklingin hjá Team Rynkeby hevur eitt gott endamál - at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Tað er grunnur hjá Krabbameinsfelagnum, sum umsitur peningin. Harafturat súkklar Team Rynkeby fyri heilsuna og at koma í form. 

Team Rynkeby hevur ein sterkan felagsskap, sum øll kunnu hava gott av. 

20. september ber til at súkkla í hesum felagsskapi, fáa fríska luft og røra seg. Grundstólparnir hjá Team Rynkeby eru venjing, stuttleiki og umsorgan. 

- Øll eru hjartaliga vælkomin at súkkla við. Børn, ung, vaksin og eldri. Vit súkkla ein róligan túr, so øll kunnu vera við. So tak súkkluna, mammuna, pápan, ommuna, abban, systkin ella vinir við tær og kom og súkkla, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Wenzel.
 

Wenzel bjóðar øllum súkklarum okkurt gott. Tá súkklararnir eru komnir niðan til Tjarnir, er opið hús fram til kl. 14.00 við m.a. ókeypis barnalandi, hoppiborgum, undirhaldi og góðum tilboðum. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit kunnu bjóða okkum fram í oljuvinnu…
Kostbreytin í 8. fl hevur gjørt muffur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur
Fýra verkætla­nir um havgransking fingið…
Ein týdningarmikil føroyskur sigur í Gib…
Nýtt heiðurstekin fyri tænastu í tilbúgv…
Andy Olsen nummar 6 í DM poker
Team Rynkeby súkklar frá Wenzel til Tjar…
Beinleiðis: Andy er í gongd
Sáttmáli longdur við týðandi broytingum
Metallir í verki
Andy Olsen á poker-finaluborði­num
Búgvin rokast norð­anfyri
DM í Poker: Andy við á finaluborðinum
Tilmeldingardagur: Opið hús hjá Stjørnun…
Brøgd og brestir – 10 søguligar frásagni…
Nógv virksemi hevur verið í badminton í…
Nýskipan av almenna geiranum má fevna um…
Anna-Elisabeth Holm vunnið BAAL Book Pri…
Sjálvandi er hall í lands­búskapi­num - “q…