Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýskipan av almenna geiranum má fevna um kommunusamanlegging

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur  |  07.09.2025 - 15:56 Lesarabrøv Politikkur

Serliga samstarvsøkini á eldra- og barnaverdnarøkjunum eru fyrisitingarlig misfostur

 

Ein nýggj nevnd er sett at koma við leypandi tilmælum um nýskipan av almenna geiranum. Ben Arabo er valdur sum formaður, og hann lovar, at nevndin ikki skal gerast ein súltikrukka, men verður skjóttarbeiðandi. Vónandi verður hon tað, men meiri umráðandi er tó, at nevndin ger eitt gott arbeiði  

Spennandi verður at síggja hvat hetta fer at merkja, men samanlegging av ráðum, stovnum og kommunum verður ivaleyst millum tilmælini, vit fara at síggja. Vit hava í dag heili 9 aðalráð, og tað er í sær sjálvum eitt upplagt stað at spara. Hví skulu vit hava 9 aðalstjórar og 9 landsstýrisfólk í einum so lítlum landi? Eisini eru fleiri stýri og stovnar, ið kunnu leggjast saman, soleiðis at til ber at spara stjóralønir. Tað gevur meining at brúka fleiri pengar upp á borgaravendan rakstur og minni upp á leiðslu í tann mun tað ber til. Sannlíkt fer at raka smáar stovnar, ið verða lagdir undir størri stovnar. Hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, men skal heldur síggjast sum ein longri tilgongd.

Kommunurnar eru eitt heilt serligt slag av stovnum, har samanlegging má fremjast. Stóra talið á kommunum merkir, at vit hava eitt øgiligt tal av borgarstjórum, kommunustjórum, tekniskum stjórum og alskyns deildarleiðarum. Her eru heilt nógvir pengar at spara Ein heilt annar trupulleiki er, at fleiri kommunur eru so smáar, at tær als ikki hava møguleika at veita vælferðartænastur. Idealið tykist vera at skapa stórar “vælferðarkommunur”, men ein rúgva av kommununum eru leivdir frá fortíðini, tá idealið var “sóknarkommunur”. Kommunuskipanin er eitt fyrisitingarligt klútateppi. 

Serliga samstarvsøkini á eldra- og barnaverdnarøkjunum eru fyrisitingarlig misfostur. Tey eru organisatiónir, ið av neyð eru lagdar millum land og kommunur, tí stór málsøki vórðu løgd út til kommunurnar uttan at kommunurnar vórðu lagdar saman áðrenn. Hetta er milt sagt politiskt krotusmíð, ið má tæna sum minni um teir politikarar, ið trýstu hetta ígjøgnum uttan at hugsa um avleiðingarnar. Samstarvsøkini eru ikki stýrd av beinleiðis fólkavaldum umboðum og hava sostatt eitt fólkaræðisligt undirskot. Av hesi orsøk er sera misjavnt hvussu ymiskar kommunur raðfesta samstarvsøkini. Tey eru bæði ein dýrkandi millumliður millum land og kommunur og elva til stóran ójavna og frástøðu millum borgarar og politikarar. Tí eru kommunusamanleggingar neyðugar, soleiðis at tungu vælferðarøkini kunnu leggjast út til eindir, ið megna at lyfta uppgávuna og sum eru fólkaræðisliga valdar.

Sum heild eru kommunurnar ein ójavnaskapandi skipan. Sera stórur munur er á kommunuskattinum, og ofta eru tað tær fátækastu kommunurnar, ið mugu hava hægri skattaprosent, uttan at borgararnir fáa betri tænastu afturfyri. Ikki bert eru borgararnir í slíkum kommunum verri fyri fíggjarliga og hava størri tørv á tænastum, nei teir skulu eisini rinda hægri skatt, samstundis sum teir fáa verri tænastur. Órættvísið skríggjar til himmals.

Tí kann ein nýskipan av almenna geiranum ikki bert snúgva seg um sparingar og effektiviseringar. Neyðugt er eisini at tryggja eitt sosilt haldføri í almenna geiranum, soleiðis at allir borgarar í Føroya landi fáa sama vælferðarstøði fyri sama prís. Hetta merkir m.a. eisini, at kommunurnar sjálvandi eiga at hava sama skattaprosent - og gjarna eisini ein progressivan skattastiga eins og í landsskattinum.  

Viðvíkjandi stødd á kommunum, er talan tó um eitt tvíeggjað svørð. Jú størri tær verða, tess effektivari verða tær - í prinsippinum. Men verða tær ov stórar, hvørvir nærfólkaræðið, ið er høvuðsgrundgevingin fyri yvirhøvur at hava kommunur. Um vit enda við at fáa 3-4 risakommunur er argumentið fyri kommunum í grundini horvið, men við 7-8 kommunum vil framvegis vera ein ávísur nærleiki millum kommunala miðstaðin og bygdirnar. Viðlagda myndin vísir Føroyar við 6 økiskommunum, men Sandoyar kommuna er helst ov lítil til at vera sjálvstøðug kommuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival