Lýsing
Lýsing
Lýsing

Andru: Hetta er ein sjúk skipan vit liva undir!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2025 - 14:04 Tíðindi Vinna

Í núverandi løtu hava vit umleið 13-14 dagar eftir í part! Kjansurin fyri at vera tveittir í jólaferiu longu í oktober er stórur og alarmerandi!, skrivar Andru Poulsen skipari á Stakkavík

 

Andru Poulsen skrivar soleiðis á sínum facebook vanga í dag:

 

Støðan í løtuni sum eingin tosar um tí alt annað er meira vert eftir teirra tykki!

Í núverandi løtu hava vit umleið 13-14 dagar eftir í part! Kjansurin fyri at vera tveittir í jólaferiu longu í oktober er stórur og alarmerandi!

Eg kann væl góðtaka at vit skula fylgja eini dagaskipan sum er ásett og fyrihalda meg til hana! Men trupuleikin er, at um ein fer inná fmf.fo og síðan inn á telefon søluna og hyggur eftir hvussu nógvir bátar avreiða eina nøgd uppá 100-200 kg og heilt niður í 70 kg onkran dagin, so eigur ein klokka at ringja!! Hetta telur sum ein heilur dagur hjá okkum. Tað merkir í stuttum at ein avreiðing telur sum ein heilur dagur í okkara felagsdøgum!

Men so kemur tað sum er so heilt fantastiskt, tað er, at teir flestu sum selja sína nøgd hava ikki eingong siglingar loyvið, og í fleiri førum fult tíðar starv aðra staðni!!! Ja tit lesa rætt! Hetta er ein sjúk skipan vit liva undir!

Vit fáu sum eru eftir kunna vera tveittir í jólaferiu tí nú er enduliga nakrir stertar at fáa og prísurin góður og harvið ein kjansur hjá øllum sum hava ein bát at fiska og landa eina nøgd uppá 75 kg sum hobby!!!!!

Eg skal líka viðmerkja, at eg havi einki ímóti hesum monnum sum fiska o.s.fr tað er hendan skipanin sum er fullstendiga sjúk!

Heilsan ein sera ónøgdur útróðramaður!!!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrr og nú
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu
Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2…
Visit North bjóða heimsstjør­num til Føro…
Lervig: Vit halda fast við Akademiið
Andru: Hetta er ein sjúk skipan vit liva…
KBI nýggjar eigarar
Aftaná 28 ár letur Kjøthandilin hjá Óla…
Innandura sandflogbóltshøll er nú verule…
Russara boykott
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…