Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samstarv styrkir endurmenning á Skálagarði

SKRIVAÐ: Almannaverkið og Klaksvíkar Sjúkrahús  |  03.09.2025 - 14:43 Tíðindi

Almannaverkið og Klaksvíkar Sjúkrahús hava gjørt samstarvsavtalu um terapeutiskar tænastur.

 

Avtalan merkir, at fysio- og ergoterapeutar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi arbeiða dagliga á bú-, umlættingar- og endurmenningardeplinum Skálagarði í Klaksvík. Harvið fáa búfólkini á Skálagarði eina støðuga og skipaða atgongd til bæði fysioterapi og ergoterapi.

Endamálið við samstarvinum er at tryggja eina rehabiliterandi tilgongd, ið er tilpassað til hvørt einstakt búfólk. Bæði Almannaverkið og Klaksvíkar Sjúkrahús fegnast um hetta samstarv tvørtur um geirar, sum styrkir dygdina og skapar størri heild í tænastunum til búfólkini.

 

Stutt um Skálagarð

Skálagarður í Klaksvík er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil fyri fólk við seinheilaskaða, í aldrinum 18–67 ár. Endamálið er at endurmenna mistar førleikar og varðveita lívsgóðsku og sjálvbjargni, so tann einstaki kann liva eitt virðiligt lív.



Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…