Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tónleikasamband Føroya og Økistónar

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  03.09.2025 - 15:17 Mentan Tíðindi

Latið er upp fyri umsóknum til Økistónar - Umsóknarportalurin til Økistónar er latin upp fyri skeiðið 1. januar – 1. mai 2026.

Freistin at søkja er 1. oktober 2025. Søkjast kann á okkara heimasíðu undir “Søk Økistónar” Link → https://musikk.fo/sok-okistonar/

Les meir um Økistónar: https://musikk.fo/okistonar/

Økistónar veitir stuðul til spælistøð og fyriskiparar, ið ynskja at skipa fyri konsertum við høgari góðsku, men sum ikki altíð hava fíggjarligt rásarúm til tess. Við stuðlinum tryggja vit, at tónleikarar fáa minstuløn, og at fyriskiparar fáa betri møguleika at bjóða tónleiki fram – eisini har, ið annars hevði verið torført.

Skipanin leggur dent á reglusemi, økisumboðan, góðsku, javna kynsumboðan, tónleikaligt fjølbroytni og nýskapan. Hon skal gera tað lættari at arbeiða sum konsertfyriskipari og menna eina sterka konsertmentan kring alt landið.

Fyriskiparar kunnu søkja um 2.000 krónur fyri hvønn tónleikara, tó í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvørt tiltak. Treytirnar eru at man er limur í Konsertfyriskiparafelagnum (ókeypis) og at hava KODA-sáttmála (ella gjalda koda fyri hvørja konsert).

Limaskapur í konsertfyrikiparafelagnum er ókeypis og tú kanst blíva limur við at senda teldupost til konsertfo@gmail.com. Somuleiðis taka tey fegin ímóti spurningum um Koda.

Hava tit spurningar, kunnu tit venda tykkum til okkara á musikk@musikk.fo

Hesum boðar Tónleikasamband Føroya frá.

www.musikk.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrr og nú
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu
Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2…
Visit North bjóða heimsstjør­num til Føro…
Lervig: Vit halda fast við Akademiið
Andru: Hetta er ein sjúk skipan vit liva…
KBI nýggjar eigarar
Aftaná 28 ár letur Kjøthandilin hjá Óla…
Innandura sandflogbóltshøll er nú verule…
Russara boykott
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…