Lýsing
Lýsing
Lýsing

Soleiðis gongur í akademinum hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.09.2025 - 09:41 Ítrottur Tíðindi

Vit hava hugt eftir elstu árgangunum í akademinum

(Grein úr blað nr. 7, mánadagin 18. august, men við dagførdu tølum og onkrum setningi afturat 2. september)

Tá ein tosar um ungdómsfótbólt við framtíðini hjá bestu føroysku fótbóltsleikarunum í huga, so verður vanliga fyrst hugt eftir U16 hjá gentum og U17 og U15 hjá dreingjum. Har er ein U21-kapping hjá dreingjum, men hon verður ikki tikin sum ein seriøs deild fyri bestu leikararnar í hesum aldri av flestu feløgunum, og tí hava vit ikki greinað hana.

 

U17-dreingir

Hjá U17 gekk munandi betri í grundspælinum hjá KÍ, enn tað hevur gjørt í endaspælinum. Men ein orsøk kann verða, at her er tað gleðiliga hent, at ein leikari hevur víst seg at verða góðan nokk til at blíva fastan part av Betri Deildarhópinum. Páll Müller gjørdi í summar sáttmála og hevur hann bara spælt ein dyst við U17-liðnum í endaspælinum. Síðstu landsliðsútøkuna vóru tríggir KÍ-leikarar úttiknir, og tað er meir enn tað hevur verið á U17-landsliðnum síðstu árini.

 

U17-dreingir (endaspæl)

1. HB 19 stig

2. Víkingur 12

3. B36 11

4. FC Suðuroy 8

5. KÍ 5

6. NSÍ/Skála 1

 

Toppskjúttar hjá KÍ (íroknað grundspæl):

Hóri Klakstein 11

Páll Müller 9

 

Steypakapping:

Útslignir í 1. umfari móti Víkingi á útivølli (3-0).

 

U15-dreingir

Hjá U15-dreingjum sá tað á pappírinum ikki so gott út. Liðið var ein dyst frá at missa plássið í endaspælinum, er úti av steypakappingini og hevði bara ein landsliðsleikara síðstu úttøku hjá U15-landsliðnum, ið sum skilst bara umfatar yngra árgang hjá U15. Men síðstu vikurnar hevur gingið betri og liðið vann m.a. 3-0 á útivølli móti HB og 4-0 á útivølli móti EB/Streymi. 

U15-dreingir (endaspæl)

1. Víkingur 19 stig

2. HB 14

3. EB/Str. 11

4. KÍ 10

5. B36 5

6. FC Suðuroy 2

Her skal sigast, at KÍ bara hevði leikt ein dyst í endaspælinum 12. august, har liðið tapti 4-1 móti Víkingi. KÍ er í endaspælinum, tí KÍ vann upp- og niðurflytingardystin móti Skála 4-0 eftir, at KÍ í grundspælinum endaði nummar fimm.

 

Toppskjúttar hjá KÍ (íroknað grundspæl):

Emil Poulsson Linklett 5

Silas Olsen 5

Andrias Samuelsen 4

Jónas Festirstein Dam 4

 

 

Steypakapping:

Útslignir í 1. umfari móti Víkingi á útivølli (6-1).

 

U16-gentur

Hjá U16-gentum er talan um eina deild við heili 12 liðum. KÍ liggur á 10. plássi og hevur langt upp til ovastu sjey liðini. Í steypakappingini sær betri út, tí har er KÍ í hálvfinaluni eftir at hava vunnið sín eina dyst, sum var móti Víkingi. KÍ hevði tveir landsliðsleikarar hjá bæði U17- og U15-landsliðunum.

U16-gentur (endaspæl)

1. Skála 49 stig

2. B36 42

3. FC Hoyvík 35

4. ÍF 30

5. NSÍ 28

6. Víkingur 26

7. HB 24

8. 07 Vestur 20

9. AB/B71 16

10. KÍ 15

11. B36 b 7

12. FC Suðuroy 2

 

Toppskjúttar hjá KÍ:

Elisabeth Bjartalíð 2

Rannvá Ryan 2

 

Steypakapping:

KÍ er í hálvfinaluni, har liðið skal møta FC Hoyvík. KÍ spældi ikki fyrsta umfar, men vann í fjórðingsfinaluni á Víkingi á heimavølli eftir brotssparkskapping.

 

Landsliðsleikarar

U17-landsliðsleikarar síðstu úttøku: (3 av 18)

Ezra Lukama, Høgni á Steig og Páll Müller

 

U15-landsliðsleikarar síðstu úttøku: (1 av 18)

Joen Heini Gunnarstein

 

U17-landsliðsleikarar síðstu úttøku: (2 av 18)

Elisabeth Bjartalíð

Aleksandra Zachariassen

 

U15-landsliðsleikarar síðstu úttøku: (2 av 18)

Heidi Jacobsen

Linda Isabella Ziska

 

Kelda til hagtøl og landsliðsleikarar: fsf.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival