Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaframløga í Leirvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.09.2025 - 09:28 Mentan Tíðindi

Nýggj føroysk skaldsøga løgd fram á Bátasavninum í Leirvík í kvøld 2. sept. kl 19.30

 

Rúni Bjarkhamar hevur skrivað eina stak áhugaverda skaldsøgu, sum verður løgd fram á Bátasavninum í Leirvík í kvøld kl 19.30. Bókin eitur 1804 og sipar til árið, Royndin Fríða varð smíðað suðuri í Vági. Vit sleppa at lesa føroyska søgu á øðrvísi hátt ígjøgnum tekst, sum er blendingur av fiksjón og søguligum tilfari. Um hugsjónarligar broytingar í Evropa í 18. øld, og hvussu tær ávirkaðu hugsanarhátt og framburð í Føroyum.

 

Skaldsøgan gevur eina mynd av fólki, lívi og hugsjónum í eini tíð, tá ið stórar broytingar hendu fyrst í Evropa og seinni í Føroyum. 

Fátækdómurin man í øldir hava gjørt, at føroyingar mistu álitið á sær sjálvum. Áræðið, at bróta seg burtur úr neyðarsligum umstøðum, hevur manglað. Føroyingar hava átt ein part av skuldini fyri vesaldómin sjálvir. Royndir at skapa framburð møttu mangan svartasta afturhaldi; men yvirvaldið, embætismenninir, áttu eisini sín part.

Leikur í hesi skaldsøguni byrjar, tá ið franska kollveltingin hevur nøkur ár á baki. Maður, sum er ávirkaður av fronskum hugsanum, ið umboða upplýsingartíðina í 1700-talinum, kemur til Føroyaog roynir at planta hesar tankar millum føroyingar.

Ein av føroyingunum, sum eina best umboðar upplýsingartíðina, Jens Christian Svabo, er eisini nevndur í søguni. Vit hitta hann ikki, men ein av monnunum minnist hann, tá ið hann í 1781-82 var í Føroyum og skrivaði um landið. Hansara virðismesta arbeiði hevði samband við føroyskt mál, men eisini arbeiðið at lúka pátrúgv og løgnar siðvenjur burtur, var partur av starvinum.

Tað ber illa til at skriva eina skaldsøgu um samfelagsbroytingar í Føroyum og ikki nema við kirkjuna. Hennara støða í Føroyum hevur gjøgnum tíðina havt stóra ávirkan á, hvussu fólk hava livað tímiliga og andliga. 

Handilsviðurskiftini í Føroyum í 1700-talinum verða eisini tikin fram. Hugsjónarliga henda stórbroytingar, og framburðssinnaðir føroyingar vilja hava broytingar.

Skráin  

·       Felagssangur

·       Randi Kúrberg býður vegna Sprotan vælkomin

·       Fríði og Rúna Bjarkhamar framføra.

·       Bergljót av Skarði hevur samrøðu við høvundin

·       Randi Kúrberg lesur brot úr skaldsøguni

·       Sangframførsla

·       Kaffi og prát. 

·       Bókin verður seld og signerað

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugfarsliga løtu á Bátasavninum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu
Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2…
Visit North bjóða heimsstjør­num til Føro…
Lervig: Vit halda fast við Akademiið
Andru: Hetta er ein sjúk skipan vit liva…
KBI nýggjar eigarar
Aftaná 28 ár letur Kjøthandilin hjá Óla…
Innandura sandflogbóltshøll er nú verule…
Russara boykott
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…
Heilsuhjálpara­felagið setti landsins kos…
Hvøkkurin situr í mær enn