Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hugtakandi at ganga inni í slikum bygningi, sum er eitt “Mekka” fyri fólk, ið fáast við byggjarí – byggja og tekna. | Mynd: Ernst Vágsgarð

Operahúsið í Sydney

SKRIVAÐ: Tekst & myndir: Dávur Winther & Ernst Vágsgerð  |  02.09.2025 - 09:31 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ernst Vágsgarð sendir vakrar myndir av heimskenda Operahúsinum í Sydney, har hann og konan, Malan eru á renniferð saman við fleiri úr Klaksvík.

Hann sendir myndirnar og skrivar undir: Varpið!

Operahúsið er væl størri enn Varpið!

Tað var danski arkitekturin, Jørn Utzon, sum sniðgav húsið. byggingin byrjaði í 1959 og var ikki liðugt fyri enn í 1973 – tað vóru ymsar ósemnur eftir vegnum (sjálvandi), men dyrnar vórðu so lætnar upp 20. oktober 1973. Varpið læt dyrnar upp 19. oktober 2023 – 50 ár seinni.

Bygningurin er 65 m høgur – longd: 183 m og breidd 120 m. Takið hevur eitt serligt “eggjaskap” og er sett saman av serligari beton konstruktión – sett saman í bitum, sum hevur ein serstakan belegning á sær. Tað verður sagt, at tað eru 1,2 mill “flísar” á tekjuni við ymiskum skapi.

Konserthøllin rúmar 2.680 fólkum. Síðani eru tvey onnur leik støð, sum rúma 544 og 298 fólkum. Eitt studio, sum rúmar 400 fólkum og “Utzom hølið”, sum rúmar 210 fólkum – til samans kunnu vera 5.738 fók inni í Sydney Operuni.

Í stórhøllini í Varpinum kunnu sita 350 fólk, so Varpið og Operahúsið í Sydney kunnu helst ikki samanberast, tó at Ernst roynir. Men gagnið, fleksibiliteturin og ljóðgóðskan eru okkum kær!

Jú, sanniliga er tað hugtakandi at ganga inni í slikum bygningi, sum er eitt “Mekka” fyri fólk, ið fáast við byggjarí – byggja og tekna. Tí nýttu fleiri av rennarunum høvið at fáa eina rundvísing í Operuni í Sydney.

Tey fóru avstað 28. august og koma heim aftur 16. september.

Har er gott føroyskt veðurlag við 15 – 20 stigum, sól og góður terri.

Sydney Marathon 2026

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu
Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2…
Visit North bjóða heimsstjør­num til Føro…
Lervig: Vit halda fast við Akademiið
Andru: Hetta er ein sjúk skipan vit liva…
KBI nýggjar eigarar
Aftaná 28 ár letur Kjøthandilin hjá Óla…
Innandura sandflogbóltshøll er nú verule…
Russara boykott
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…
Heilsuhjálpara­felagið setti landsins kos…
Hvøkkurin situr í mær enn