Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Elisabeth Niclasen, Josh Steer, Mathilde Skytte Lundsby, Rasmus í Haraldsundi, Rikke Munk, Tullis Matson, Kristina Maria Fjallstein, Jóna Adelaide Ólavsdóttir og Signa Kallsoy Ravnfoss.

Søga skrivað hjá føroyska rossinum og í altjóða høpi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.09.2025 - 21:06 Mentan Tíðindaskriv

Tað er okkum ein sonn fragd at kunngera, at vit nú hava fingið tikið og fryst sáð frá øllum livandi greðingum í føroyska rossastovninum. Vit hava, okkum vitandi, sum fyrsti felagsskapur nakrantíð, megnað at tikið og goymt sáð av øllum livandi kalldjórum í einum stovni – nakað, sum verður mett at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá Føroyska Rossinum, bæði í ílegusamanhangi og í framtíðar alimenning.

 

Ílegugrunnur

Í 2002 og í 2004 skipaði FFR fyri sátøku av nøkrum føroyskum greðingum. Í 2024 helt arbeiði fram og vaksið var um ílegugrunnin við niðurfrystum rossasáði. Í 2025 er sáð tikið frá øllum livandi greðingum og fryst. Í alt er sáð tikið av 25 føroyskum greðingum hesi bæði árini. Tann yngsti er 3 ára gamli Frami.

 

Mynd 2: Her verður gjørt klárt at tappa sáð av føroyska greðinginum, Mergi.

 

Samstarv og stuðul
Hetta arbeiðið hevði ikki verið gjørligt uttan gott samstarv og fíggjarligan stuðul frá fleiri pørtum. Vit vilja hervið takka:

  • Tullis Matson og Stallion AI Services fyri tætt og gott samstarv gjøgnum alla verkætlanina.
  • Rikke Munk og Højgård Hestehospital fyri at skanna ryssur, sum skuldu brúkast til ísáðing og lokkiryssir.
  • Búnaðargrunninum fyri fíggjarligan stuðul.
  • BST fyri fíggjarligan stuðul, lán av hølum og fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum.
  • MBM fyri stuðul við køvievni.
  • Greðingaeigarunum, sum allir hava verið góðir at samstarva við og eru komnir við sínum greðingum.
  • Ryssueigarunum, sum hava latið okkum brúka ryssur til lokkiryssur og til ísáðing.

 

Framhald og framtíðarætlanir

Sáðtøkan hevur týdning á fleiri økjum. Fyrst og fremst tryggjar hon ílegurnar hjá Føroyska Rossinum, men vit hava eisini fingið nógva nýggja vitan og royndir. Ein stórur liður í arbeiðinum er at menna førleikar og arbeiðsgongdir, sum kunnu brúkast til at ísáða ross – bæði í Føroyum og í Danmark.

 

Ísáðing á fyrsta sinni í Føroyum

Í summar hava vit eisini gjørt søguligar royndir við ísáðing við frystum sáði – fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum. 4 ryssur eru ísáddar við frystum sáð, og harumframt tvær við feskum sáð. Úrslitini vænta vit at síggja um 2 vikur, tá ryssurnar kunna skannast.

 

Úrslit av ísáðing

Vit kunnu tó longu nú fegnast um, at vit í ár hava eitt fyl, sum er úrslit av ísáðing við feskum sáði í fjørð. Fylið, Tutli, er fyrsta fyli í Føroyum, ið er alt á hendan hátt.

 

Tøkk til øll, sum hava hjálpt til

“Hetta hevði ikki verið gjørligt uttan dyggan stuðul frá teimum, ið hava luttikið í verkætlanini” sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna í FFR "Ein serlig tøkk fer til Tullis, Josh, Rikke, Mathilde, Aron, Kristinu Mariu, Elisabeth, Rasmus og Jónu – fyri stórt arbeiði og trúgva hjálp í øllum liðum”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu
Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2…
Visit North bjóða heimsstjør­num til Føro…
Lervig: Vit halda fast við Akademiið
Andru: Hetta er ein sjúk skipan vit liva…
KBI nýggjar eigarar
Aftaná 28 ár letur Kjøthandilin hjá Óla…
Innandura sandflogbóltshøll er nú verule…
Russara boykott
60+ fundur á Fossánesi
Fyrstuhjálparskeið á Tekniska Skúla
Tónleika­samband Føroya og Økistónar
Nýskipa­nir mugu tryggja frælsi og javnræ…
Samstarv styrkir endur­menning á Skálagar…
Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi
Útróðurin hesa vikuna
Summardáin letur aftur 1. oktober
Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsl…
Heilsuhjálpara­felagið setti landsins kos…
Hvøkkurin situr í mær enn