
Veðrið um vikuskiftið
Hetta vikuskiftið fer ein hátrýstryggur at liggja yvir Føroyum. Undir einum hátrýstryggi er veðrið vanliga gott, og tað fer tað eisini at vera í vikuskiftinum. Tað kemur ikki illa við hjá fyrireikarunum hjá Sjómannadøgunum.
Í dag er hátrýstryggurin beint yvir okkum, og tí melr hann av ymsum ættum. Ryggurin gongur spakuliga eystureftir og so við og við fer ættin at leggja seg millum landsynning og sunnan og fer so at liggja har fyri rest hetta vikuskiftið.
Einki brúgvalag við regni sæst í veðurkortunum nærkast okkum í vikuskiftinum.
Veðrið um vikuskiftið:
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 4 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í kvøld fer hann at koma av landsynningi.
Hitin í dag 9 til 12 stig.
Fyrrapartin í morgin og eitt sindur út á seinnapartin heldur sama veðrið fram – t.e. lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Tá líður á seinnapartin, veksur vindurin eitt lítið vet, upp í 3 til 8 m/s. Enn av landsynningi og enn samdrigið og yvirhøvur turt.
Hitin í morgin 9 til 13 stig.
Sunnudagin er lot til frískt lot sunnan og av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og í støðum mjørki og sirm ella driv, men eisini sól ella sólglottar, mest norðanfyri.
Eitt sindur lýggjari aftur, hitin fer at liggja millum 11 og 16 stig.
Gott vikuskifti.