Lýsing
Lýsing
Lýsing

Silvitni í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.08.2025 - 09:54 Mentan Tíðindi

Silvitni er eitt lítið føroyskt kvinnukór. Tað var Cinthia González Parada, sum í 2020 savnaði ein lítlan bólk av kvinnum, sum allar brenna fyri kórsangi.

 

Endamálið var at stovna eitt kór, sum var til reiðar at takast við fjølbroyttan og avbjóðandi tónleik. Tónleikaskráin fevnir vítt og er sett saman av klassiskum og nútímans tónleiki úr øllum heiminum.
 
Síðani Silvitni varð sett á stovn í 2020, hevur kórið verið sera virkið: tað hevur framført á festivalum, sungið til privat og almenn hátíðarhald og nógv onnur tiltøk.
 
Silvitni hevur javnan luttikið í árligu Kórkappingini í Føroyum og varð heiðrað við 1. plássi í 2022 , 2. plássi í 2023 – 2024 og 3. plássi í 2025.
 
Silvitni hevur fyri kortum luttikið á European Choir Games, og sostatt er kórið sera væl fyri til konsertina í Varpinum.
 
Konsertin verður fyriskipað í samstarvi við Summartónar.

 

  • Hvar: Varpið í Klaksvík
  • Nær:  20.august, kl.20.
  • Kostnaður: 100 kr.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús á Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi