Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyska langteina landsliðið sum vann gull á oyggjaleikunum. Frá vinstru Rógvi Kárason, Julian Gregersen og Neli Heldarskarð.

Julian í eldin aftur!

SKRIVAÐ: Rani Nolsøe  |  19.08.2025 - 14:46 Ítrottur Tíðindi

Tey gomlu metini frá 1990’unum standa umsíður fyri falli

 

Tá vóru tað renni kempur sum Albert Marni, Absalon, Gutti og teirra líkar, sum settu nýggjar standardir fyri, hvussu skjótt tað var møguligt at renna í føroyskum høpi

Í dag er tað serliga ein rennari, sum bjóðar av. Tað er treysta rennarin Julian Gregersen.

Komandi dagarnar fer hann at royna at taka legendarisku 1990’ara metini á 3000 og 5000 metrum hjá Albert Mara á breyt.

So seint sum seinasta týsdag megnaði hann at klippa tríggjar hundrapartar av 33 ára gamla metinum hjá Albert Marna á 1500 metrum, og fyrr í ár koppaði hann sanniliga eisini 32 ára gamla metinum hjá tí sama Albert Marna í 5000 metrum á landavegi.

Í Klaksvík hálvmarathon í ár setti Juian eisini føroyskt rutumet við eini góðari tíð niðurímóti einum tíma og ellivu minuttum.

Í annakvøld fer Julian so eftir metinum á 3000 metrum á breyt. Tað rann Albert Marni í 1993 uppá 8:26.24. Besta tíðin hjá Julian á 3000 metrum er beint nú 8:44.37 - altso um 18 sekund seinni.

Kappingin fer fram í Watford Harriers Open Graded Meeting og rennararnir verða sendir av stað klokkan 19:00.

Longu fríggjakvøldið skal Julian aftur í eldin í Peckham Pacers í London, tá hann fer at gera eina roynd at taka 5000 metrar metið á breyt frá 1994, sum Albert Marni tá rann uppá imponerandi 14:48.01!

Hvussu fer at ganga ella ikki, so sigur Julian, at hansara greiða mál er at taka bæði metini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús á Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi