Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini frá vinstru: Hákun Djurhuus Jacobsen, Landsverk, Sigurð Ó. Vang, Landsverk, Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og Jóan Símun Saltá, Landssjúkrahúsið.

Landssjúkrahúsið fær fjarhita

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  19.08.2025 - 11:02 Tíðindaskriv

Landssjúkrahúsið hevur, saman við Landsverki, gjørt avtalu við P/F Fjarhitafelagið at leggja ein stóran part av oljunýtsluni um til fjarhita. Hetta merkir eina grøna orkuskipan, ið fer at minka oljunýtsluna á Landssjúkrahúsinum við umleið eini millión litrum av olju árliga – svarandi til umleið ein triðing av samlaðu oljunýtsluni í bygningum hjá landinum.

 

 

Leiðingin verður løgd frá Frælsinum til hitamiðstøðina á Eirargarði, og verður hitaveitingin frá Fjarhitafelagnum klár at virka tíðliga í 2026.

Avtalan merkir, at Landssjúkrahúsið fær eina umhvørvisvinarliga og støðuga orkuloysn, meðan Fjarhitafelagið í serligum føri kann brúka avlopsorku frá hitamiðstøðini á Eirargarði.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur:

Tað hevur stóran týdning, at vit sum samfelag raðfesta burðardyggar loysnir. Við hesari avtaluni tryggja vit bæði eina umhvørvisvinarliga orkuloysn og eina støðuga veiting, sum passar væl til eitt sjúkrahús við høgum krøvum til tryggleika og álítandi rakstur.
Eg fegnist um samstarvið millum P/F Fjarhitafelagið og Landssjúkrahúsið. Saman taka vit ábyrgd fyri framtíðini og liva upp til okkara grønu visjónir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum
Fantasy prát við Atla Jacobsen og Jákup…
Stovnar 500-milliónagrunn eftir floksvei…
Silvitni í Varpinum
Illgrunin hjá Sirið Stenberg kann kosta…
Toppdystur á Djúpumýru sunnudagin
Ukrainari handtikin fyri Nord Stream-sab…
Í sveitta andlits tíns
Opið hús á Spinnarí­num fríggja­dagin
Leitaðu eftir krabbum til kørini á Sjóma…
Fiski­vinnan verður hildin niðri, meðan a…
U20 gentir og dreingir leika í EM endaum…
Ymiskir prísir, hóast vegastrekki eru ei…
Hvat er El Niño, og hvat ger El Niño?
Hví bleiv Sirið Stenberg forkvinna í Tjó…
Fult hús á Sjónámi